Hesar seinastu dagarnar hevur landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Sámal Petur í Grund verið á fundi í Malmø saman við teimum norðurlendsku ferðslumálaráðharrunum.
Har hava teir m.a. tosað um alternativa fígging av infrastrukturi uttan um vanligu fíggjarlógirnar.
Sámal Petur í Grund sigur, at hann hevur bæði eygu og oyru opin fyri at vita, hvørjir møguleikar eru at fíggja eina útbygging av samferðsluni í Føroyum.
Hann viðgongur, at tað m.a. snýr seg um ætlanina at byggja undirsjóvartunnil undir Vestmannasund.
Landsstýrismaðurin heldur tað vera rætt at útbyggja flogvøllin í Vágum og til teirra, sum siga, at tað er neyðugt at byggja flogvøll á Glyvursnesi sigur hann, at tað enn er alt alt ov tíðliga at tosa um flogvøll aðrastaðni í landinum og so als ikki á Glyvursnesi, sum er tað ringasta staðið av fleiri alternativum.
Tað er í hesum sambandi, at tað er skilagott at gera undirsjóvartunnil.
-Vit mugu nú kanna, um tað er gjørligt, og tað er í hesum sambandi, at eg nú kanni aðra fígging enn at fíggja ein tunnil yvir fíggjarlógina.
Tað hevur annars verið nevnt, at tunnilin eigur eisini at fíggjast við bummgjaldi og við hægri vegskatti.
Annars er komið fram í fjølmiðlunum í seinastuni, at skipini hjá Strandferðsluni eru í alt ov vánaligum standi, og at fleiri teirra treingjast til at skiftast út.
Her liggja nógvar uppgávur og bíða.