Til spontana framførslu við Paul McCartney

Ein vitjan á einum lítlum djassklubbi í New York skuldi vísa seg at gerast til eina forkunnuga framførsla við ongum minni enn fyrrverandi beatlinum Paul McCartney, tá Katrin Dahl Jakobsen og dótturin Edith vóru í New York herfyri

Í døgunum frá 10. september til 1. oktober var Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, í New York. Ørindini vóru at umboða Føroyar á ST-aðalfundinum, ið hildin verður um heystið á hvørjum ári.
Við sær hevði Katrin 15 ára gomlu dóttir sína Edith.
Ein vitjan í einum tílíkum býi sum New York bjóðar mangan fleiri spennandi, forkunnugar og hugvekjandi upplivingar. Hesar fingu tær báðar eisini ríkiligt av. Sum partur av ST-aðalfundinum, kunnu fleiri spennandi hurðar lata seg upp. Tað restar ikki við almennum vitjanum til forvitnislig støð.
Men á túrinum gjørdist ein mestsum tilvildarlig vitjan á einum lítlum djass (jú, soleiðis eitur tað á føroyskum) klubbi nógv tann mest forkunnuga og ógloymandi upplivingin.
Á djassklubb
Alt byrjar við, at danska sendistovan í New York, ið varðaði av teimum ymsu gestunum í donsku sendinevndini, vísir teimum á ein djassklubba í Harlem, sum er í norðara endanum av Manhattan hálvoynni, har fyri tað nógva svørt og fólk av øðrum uppruna enn amerikonskum búgva. Hesin klubburin kallaðist fyri Jimmy?s Downtown, og var hann ein lítil klubbur, har ein fastur skari av fólki vanliga savnaðist.
? Vit fóru har eitt hóskvøld, tí tá var steppdansur vanliga á skránni. Har komu vit í samband við ein 79 ára gamlan steppdansara og djasstónleikaran Joey Morant. Joey bjóðaði okkum at koma lurta eftir honum aftur, greiðir Katrin frá.
Katrin sigur, at hansara tónleikur var ógvuliga góður, og fólkini á hesum klubbanum vóru avbæra blíð. Tey settu sær so fyri at fara aftur at hoyra hendan Joey Morant. Tey fóru umleið eina viku seinni.
Hesin seinni klubburin kallast fyri Showmans. Eins og við tí fyrra var talan um ein lítlan klubba, har eini sekstan fólk vóru savnað hetta kvøldið.
Við í ferðalagnum vóru Katrin og Edith og fýra onnur fólk, ið eisini vóru í New York í sambandi við ST-aðalfundin.
McCartney
Tey komu til Showmans um hálvgum tíggju tíðina, og hetta er rættiliga seint til tílík høvi.
? Fyri at gera greitt, at vit vóru komin, settu vit okkum fremst. Har vóru ikki nógv fólk, og vit sótu beint við pallin ? so tætt, sum tað bar til á lítla djassklubbanum í New York.
Joey Morant gjørdist ógvuliga fegin um at síggja tey aftur. Við sær hetta kvøldið ? sum tann einasta ? hevði Katrin sítt myndatól.
? Eg tók tað við, tí eg helt, at tað kundi verið stuttligt, at fingið eina mynd av tónleikarunum, sigur Katrin.
Lítið visti hon, hvussu gott myndatólið skuldi gerast.
? Tá eg standi og práti við hin 79 ára gamlan steppdansaran, fer eitt par framvið okkum. Ein av dønunum kemur yvir og sigur við okkum, at hetta vóru Paul McCartney og konan(Heather Mills,blðm.). Hvørgin okkara trúði hesum. Men tá tey so settu seg við borðið beint við síðuna av okkum, fingu vit vissu fyri, at hetta veruliga var Paul McCartney, sigur Katrin.
Tað er ikki sørt tað kennist løgið, tá ein av heimsins mest viðurkendu tónleikarum sita beint undir liðini á einum, greiða Edith og Katrin frá. Eisini øll onnur ? ikki minst tónleikararnir ? gjørdust bilsin av at síggja fyrrverandi beatlin í lítla klubbanum á 125th Street í New York.
- Vit høvdu ringt við at tosa við hann. Tað tóktist sum um, at tey bæði vóru komin higar fyri at fáa frið og hugna sær, og eingin tosaði við tey, meðan tey sótu og hugnaðu sær.
Tá Paul McCartney fer frá borðinum og út úr hølunum byrjar orkestrið við Joey Morant at spæla beatlesløg.
? Hann kemur so aftur og varnast, at orkestrið hevur lagt um til at spæla tónleik, hann hevur gjørt. Hann brosar, steðgar á eina løtu og ger so ikki mætari enn at fara upp á pallin. Hann syngur fyrst eitt lag til konu sína, ið vit ikki kendu, greiða tær báðar frá.
Hann sessast so aftur, men orkestrið heldur áfram við at spæla løg hjá Beatles. Paul McCartney var heldur ikki liðugur at syngja og spæla hetta kvøldið.
- Hann fer av og á pallinum fleiri ferðir teir næstu 45-60 min. Hann syngur kend beatles løg, meðan orkestrið spælir afturvið. Einaferð tekur hann eisini trompetina hjá Joey Morant og spælir lagið "When the saints go marching in".
Paul McCartney syngur kend løg sum Hey Jude, Yesterday, A hard day?s night og onnur løg hjá The Beatles.
? Vit fingu eina privata spontana framførslu frá Paul McCartney. Tað var eitt heilt ótrúliga gott upplivilsi. Vit vóru bara nøkur fá fólk, ið lurtaðu, men øll fingu eitt ógloymandi upplivilsi, og stemningurin var sjálvandi frálíka góður, greiða tær báðar frá.
Katrin setti tað í seg at siga okkurt við hann, og hon gav so til kennar, at hon helt framførsluna vera óføra, og hann takkaði fyri.
Meðan Paul McCartney stendur á pallinum gevur konan honum tekin um, at hon ynskir, at tey fara, og tey so gera.
Bæði áskoðarar og tónleikarar kundu illa trúgva tí, ið júst var hent á tí lítla klubbanum í New York.
Skuldi nakar ikki kent Paul McCartney, kunnu vit í stuttum siga, at hann var partur av helst kendasta tónleikabólkinum nakrantíð ? The Beatles. Saman við John Lennon skrivaði hann nógv tann størsta partin av løgunum hjá bólkinum, m.a. Yesterday, Ticket to ride og mong, mong onnur.
Paul McCartney er í skrivandi stund 60 ár, og síðani Beatles fóru hvør til sítt hevur hann m.a. givið nakrar útgávur út sum einstaklingur. Hann er saman við Ringo Starr einastu beatlarnir á lívi. Hann er hávirdur fyri sín tónleik kring allan heim.
Mest spennandi
Hóast túrurin annars hýsti eini røð av upplivingum, millum teirra til fundar og til døgurða við krúnprinsinum, so er hetta fyrsta søgan, ið Edith og Katrin siga frá, tá spurt verður um túrin.
Donsku og grønlendsku sendiumboðini, sum ikki hættaðu sær við hetta kvøldið á djassklubban, gjørdust garvandi ørg, tá tey frættu um upplivilsið, ið skuldi gleppa av teimum av hendi.
Pia Kiersgaard hevði hesa hending á orði fyri krúnprinsinum, tá hon skuldi siga frá sínum upplivingum, hóast hon var ein teirra, ið noyddist at enduruppliva hendingina í minninum einans.
Katrin var tann einasta, ið tók myndir, og tær hava fleiri trákkast eftir. Eingin minni enn Joey Morant, ið fyri alt í verðini mátti hava myndirnar við sær og Paul McCartney. Serliga spennandi var tað eisini fyri hann, at fyrrverandi beatlin nýtti hansara trompet, og hetta vil ein sjálvandi eiga myndir av.
? Dagin eftir, at vit vóru komin heim, eini tíggju dagar eftir framførsluna, ringdi Joey til okkara fyri at fregnast um myndirnar. Eg mátti lova honum hetta kvøldið, at eg sendi honum myndir, og tað havi eg so eisini gjørt, sigur Katrin.
Saman við myndunum sendi hon eisini eitt sindur av tilfari um Føroyar, og hvør veit, um tónleikarin úr New York einaferð kemur henda vegin.
Eisini á Christiansborg var áhugin stórur fyri myndunum.
Soleiðis kann ein tilvildarlig vitjan á klubba gerast eitt upplivilsi, bert fáur fær møguleikan at uppliva.