Til Íslands við svartkjaftinum

Finnur Fríði landaði 2600 tons av svartkjafti í Vestmannaoyggjunum ígjár, og Fagraberg er á veg til Íslands við 3000 tonsum

Fyrstu svartkjaftalastirnar í hesum árinum verða lagdar upp í Íslandi. Fyrradagin landaði Finnur Fríði 2.600 tons í Vestmannaoyggjunum, og í er Fagraberg komin til Íslands við 3.000 tonsum.
Finnur Fríði fór út 2. jólakvøld, og eisini Fagraberg fór til fiskiskap millum jól og nýggjár. Bæði skipini hava roynt í føroyskum sjógvi, suður av Munkagrunninum.
Orsøkin til at skipini sigla fram við Føroyum er, at Havsbrún tekur ikki ímóti fiski í løtuni. Síðani fyri jól hava tey havt ketlarnar til høvuðsklassing. Hetta verður gjørt triðja hvørt ár um verður altíð gjørt um hesa tíðina, tí hetta er einasta tíðin, har tað ber til at taka ketlarnar út. Arbeiðið er mett at taka einar tvær vikur, og Havsbrún fer aftur at taka ímóti fiski um miðjan januar, sigur stjórin, Bergur Poulsen, við Sosialin.