Tilboð
At sleppa umborð á skip, er ein góður máti at fáa børn og ung við ymsum trupulleikum aftur á rættkjøl.
Tað heldur Ólavur Groth í Havn.
Hann arbeiðir nú við einum nýggjum tilboði til børn og ung, sum hava trupulleikar av rúsdrekka, rúsevnum ella sum hava aðrar trupulleikar at dragast við.
Og tað tilboðið er at fáa tey til sjós í nakrar vikur.
Í hesum sambandi hevur hann fyri nøkrum árum síðani keypt ein bát, sum hann nú arbeiðir við at rigga til, so at hann kann brúkast til endamálið.
Talan er um 30 tonsaran Anniku, sum er ein gamal útróðrarbátur. Nú er so ætlanin at gera hann til eitt seglskip, sum síðani skal sigla við børnum og ungum við trupulleikum av ymsum slagi.
Umborð er ætlanin at tey skulu læra at basa sínum trupulleikum, eins og tey vera noydd til at samstarva, tí har er jú ongastaðni at fara.
Gongst sum ætlað, kunnu tey fyrstu ungu fara umborð longu í summar.
Fyri at fíggja ætlanina hevur hann søkt um stuðul ymsastaðni frá, eisini frá kommununum.
Týskvøldið var málið fyri á fundi í bygdaráðnum í Hvalba, men har tók bygdaráðið ikki undir við umsóknini.
Sjálvur hevur Ólavur Groth ongar viðmerkingar til ætlanina enn.