Til reiðar til miðvøllin

Fróði Benjaminsen staðfestir, at uppgávan mikukvøldið verður hørð, men saman við liðfeløgunum er hann til reiðar at gera sítt besta. Líka mikið um hetta verður í verjuni ella á miðvøllinum

Fótbóltur

Jákup Mørk

jakup@sosialurin.fo

 

Kaunas, Litava: Fyri fyrstu ferð í fleiri ár var Fróði Benjaminsen á landsliðsbeinkinum, tá dysturin móti Eysturríki varð blástur ígongd. Tað gingu tó bert 36 minuttir, áðrenn boð vóru eftir honum, og avrikið leygardagin saman við skaðanum hjá Mikkjali Thomassen bera við sær, at lítil ivi er um, at Fróði verður á føroyska miðvøllinum frá byrjan mikukvøldið. Ein uppgáva, sum spælarin sjálvur er púrasta til reiðar at taka á seg.

- Um tað er brúk fyri mær á miðvøllinum, so eri eg sjálvandi tendraður til at fara har at gera mítt besta. Og tað eri eg sjálvandi eisini í verjuni

Tit spældu javnt móti Eysturríki leygardagin, og tað er sjálvandi flott í sjálvum sær. Men ræður kanska fyrst og fremst um at fáa armarnar niður nú?

- Dysturin móti Eysturríki er farin, og nú er tað Litava, sum vit skulu fokusera uppá. Og har vilja vit sjálvandi eisini royna at fáa eitt gott úrslit. Og í øllum førum gera alt tað, sum vit eru mentir.

Men tað er væl eingin loyna, at sjálvsálitið er betri eftir ein slíkan dyst sum tann móti Eysturríki?

- Avgjørt. Nú hava vit ikki fingið nakað stig í fleiri ár, so fyri sjálvsálitið var tað sera gott, at tað loksins eydnaðist, sigur Fróði.

Føroyska landsliðið hevur tríggjar ferðir áður spælt í Litava. Hvørja ferð hevur talan verið um øgiligt trýst, og Fróði, sum hevur verið partur av tveimum av hesum dystum, roknar ikki við nøkrum undantaki hesaferð.

- Tað verður ein trupul dystur. Tað er eingin ivi um tað. Men samstundis, so mugu vit fara út at gera okkara besta, og so vóna, at teir ikki hava ein av sínum allar bestu døgum, sigur Fróði Benjaminsen.