Heimamissiónin hevur sett Herthu Kass av Strondum í starv sum volontør, at virka í Onglandi frá 22. august. Hertha Kass er 20 ára gomul og skal verða í Onglandi fram til jóla.
Uppgávan hjá Herthu verður at ansa børninum hjá útsendingum okkara, sum vegna sjúku eru í Onglandi, veit trubodin.fo at siga.
Fyri at lætta um umstøðunar hjá okkara útsendingum, hevur Heimamissiónin saman við Missiónshúsunum í Porkeri og á Glyvrum og Meinigheitshúsinum í Havn, valt at senda volontør avstað, og stuðla missiónshúsini og meinigheitshúsið við fígging og forbøn.
Forbøn verður fyri Herthu Kass á møtinum í Stranda Missiónshúsi í kvøld klokkan 18, har øll eru hjartaliga vælkomin.