Til New York at spyrja um fólkarætt

Umboð fyri nevndina, sum Norðuratlantsbólkurin hevur sett at kanna fólkarættarligu viðurskifti Føroya og Grønlands, fara í næstum til New York at hitta umboð fyri ST.

Í næstum fara íslendski fólkarættarserfrøðingurin, Gudmundur Alfredsson og fyrrverandi danski løgmálaráðharrin Ole Espersen saman við skrivaranum hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi, Sjúrða Skaale, til ST høvuðsskrivstovuna í New York at spyrja seg fyri um fólkarættarligu støðuna hjá føroyingum og grønlendingum í danska ríkinum.
Fundirnir í New York við umboð fyri ST eru partur av arbeiðinum hjá einari nevnd, sum Norðuratlantsbólkurin hevur sett at kanna fólarættarligu støðu Føroya og Grønlands. Teir báðir Gudmundur Alfredsson og Ole Espersen eru tveir av høvuðsserfrøðingunum í nevndini, sum sambært skrivaranum hjá Norðuratlantsbólkinum kann kallast púra óheft, hóast hon er sett av einum politiskum bólki.
- Vit hava altjóða gitnar serfrøðingar við í nevndini, og teir hava frá byrjan tryggjað sær, at eingi politisk atlit verða tikin, hvørki í kanningararbeiðinum ella í niðurstøðunum, sum nevndin kemur fram til, sigur Sjúrður Skaale. Hann sigur júst hetta vera stóru styrkina hjá nevndini, hvørs niðurstøður sambært skrivaranum tískil ikki nýtast at hóva teimum, sum hava biðið um tær.
Niðurstøðurnar og frágreiðingar um kanningararbeiðið hjá nevndini verða samlaðar í eitt nevndarálit seinni í ár. Álitið er ætlað sum eitt grundarlag fyri framtíðar arbeiðinum hjá Norðuratlantsbólkinum, og harumframt verður hon latin øllum fólkatingslimum til kunningar.
 
 
 
 
Fakta:
 Arbeiðssetningurin hjá nevndini, sum fremur fólkarættarkanningina fyri Norðuratlantsbólkin í Fólkatinginum, er at kanna hesi viðurskifti:
 
· Fólkarættarliga støða Føroya og Grønlands í dag, og hvørjar møguleikar og hvørjar avmarkingar henda støða hevur við sær tá tað snýr seg um virkisføri Grønlands og Føroya mótvegis altjóða felagsskapum sum ST, NATO, WTO og IWC.
 
· Hvørji rættindi og hvørjar møguleikar gevur fólkarætturin Føroyum og Grønlandi í eini samráðingarstøðu um ein meiriluti ger av, at farast skal frá heimastýri til sjálvstýri. · Hvussu hevur Danmark higartil umsitið fólkarættarligu støðu Føroya og Grønlands, og hvørjar eru tær fólkarættarligu og tær statsrættarligu avleiðingarnar av hesum.
 
· Viðurskiftini millum ta fólkarættarligu støðuna og ta donsku grundlógina, herundir avleiðingar av møguligum broytingum í heimastýrislógunum.
 
 
Kanningin verður set í verk í 2002 og skal verða liðug í 2003.
Kelda: www.dnag.dk