Tung vóru boðini at fáa, at John ikki longur var ímillum okkum. Hann, sum altíð var væl upplagdur og í góðum lag.
Vit kendust best sum børn, tá vit plagdu at spæla saman í Hósvík men hóast vit ikki hava verið eins nógv saman, síðan vit vuksu til, eru bert góð minnir um John. John visti altíð onkra stuttliga støgu og hann visti onki betur, enn at fáa okkum at glenna, so vit høvdu nógvar skemtiligar løtur saman. Serliga tá vit fýra og Sunnleif skuldu gera orkestur, vit vóru so spent og øll høvdu okkurt at spæla uppá, John skuldi spæla munnharpu, tí hann átti eina sjálvur.
John var altíð tilreiðar at hjálpa við øllum, ið skuldi gerast, við seyðinum og hoyggingini. Eisini tá tit bæði fóru til Danmarkar við Arnbjørn, tá tók John sær av øllum heima. Tí er tað ringt at skilja, at hann ikki er her longur, hann, sum altíð var arskur og sunnur. Tað er, sum tú Hans Petur segði, at verðin var ov ljót hjá John at liva í, tí mátti hann flytast til eitt betri stað.
Vit hugsa um tykkum Hans Petur, Fía og Arnbjørn og gleðast saman við ty kkum um øll tey mongu góðu minnini vit hava eftir John.
Við hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir minnini um John, og má Harrin styrkja tykkum trý í sorgini.
? Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Esaias 41,10
Sunfríð, Sunrid og Fríðgerð