Til minnis um Erlend Patursson!

Lag: »Liljan mín ljósa …«
---

Í vøggugávu – ójavnt tey smáu –
fingu og fáa frá skaparans hond
hesin, vit heiðra, fekk helst nógv meira
fáur enn finnist so frægur í nánd.

Røddin hin klára – uttan at sára
gjørdi so mangan – eg gásarhold fekk
í mínum minni – stilt gjørdist inni
tá móti røðarapalli hann gekk.

Mótstøðan harða – kundi ei svara
tá ið hann legði fram sjónarmið sítt
undirgrund – sjómark – hoyrdu til Danmark
hann syrgdi fyri – í dag er tað mitt.

Bert var tað ikki – í politikki
Erlendur royndi sítt vit og sítt skil
felagið birti – sum fiskimenn styrkti
gav teimum dirvi – at her ber tað til.

Var sera frægur – skrivandi maður
bøkur og greinar úr hondum væl greitt
tí var ei ivi – men púra givið
bókmenta-virðisløn honum varð veitt.

Her takkarkvæði – stríðsmaður frægi
bera vit fram – nú um hundrað tú fer
tú vart hin reysti – ið gav okkum treysti
Vónandi heilt fram til frælsi tað ber.
----
Rombi 2013