Einans vóru tað tvey ár vit báðar kendust, tó kendist sum um var tað frá barnsbeini av - so nær vóru vit og takksom eri eg fyri tað.
Eg visti frá fyrstu løtu av, at tú vart nakað heilt serligt - ert nakað serligt, eg veit at tú enn ert her hjá mær/okkum.
Vit gjørdust væl beinanveg, og var tað ein sonn frøði, tá vit hugnaðu okkum saman so væl á Kambsdali sum alla aðra staðni. Hugnalig vart tú og sigast skal at tú vart næstan óvanliga góð til at lurta eftir øðrum, hvat onnur høvdu at siga. Um tað so vóru trupulleikar ið stóðust á, vísti tú altíð samkenslu, og um tað vóru gleðilig ella bert líkagyldug tíðindi, vart eisini »lutter øre«.
Góða, fitta Unn, ikki duga vit at fata, at tú ikki ert millum okkum longur, men eg veit við vissu, at Harrin tók teg, tí hann hevði størri ætlanir fyri tær.
Bert eru tað góð minnir eg havi um teg, góða Unn, og hesi minnir geva mær styrki tá eg hugsi um at tú ikki ert her meir. Tú ert farin til eitt betur stað og eg veit, at tú stendur og bíðar, til vit møtast aftur.
Ikki meir enn 18 ára gomul fórt tú av foldum, og hevði tú alt lívið fyri føtrunum á tær. Ein góð genta vart tú. Tú bað meg javnan koma á møti við tær og eisini hevði tú ætlanir um at fara á bíbliuskúla. Mangan segði tú mær, hvussu gott tú hevði tað heima hjá familju tíni og hvussu ómetaliga góð tú vart við mammu tína, Jannet, pápa tín, Hans Andrias og yngri systkini Niklas og Døgg. Eg, sum øll onnur, vita eisini hvussu gløgg ein genta tú vart. Hevði ætlanir um at lesa samfelagsfrøði í framtíðini, og tað kunnu vit øll vera samd um, at tað - sum alt annað - hevði tú klára akkurát sum einki.
Mín góða, pena Unn, farvæl fingu vit ikki sagt tær, og tað nívur meg í hjartað, tí tað er so nógv eg vil siga við teg… Men eg biði fyri tær og biði Gud um at geva okkum styrki sum sita eftir. Tá eg hugsi um teg, góða Unn, er tað við einum smíli, tí altíð vart tú ljós og glað, ikki ólík einum eingli, og hetta hevur tú givið mær, góða - møguleikan at sita eftir við einum smíli. Eg leingist eftir tær, elskaða vinkona mín, og má Harrin taka sær væl av tær, og hjálpa.
Hvíl í friði.
Tín vinkona, Elisa