Til Mentamálanevndina í Tórshavnar kommunu

Hví kunnu føroyingar, ið eru fyribils burturstaddir í útbúgvingarørindum uttanlands, ikki skriva seg upp á bíðilista til barnaansing í Føroyum?

Nógvir føroyingar fara á hvørjum ári úr Føroyum og burtur í onnur lond at nema sær útbúgving. Størsti parturin av hesum leitar sær til Danmarkar. Her skal leggjast afturat, at tað í flestu førum er neyðugt hjá teimum ungu at fara uttanlanda at nema sær útbúgving, tí at hesir møguleikar ikki eru til staðar í føroyska samfelagnum. Ynskið hjá landinum eigur sjálvsagt at vera at fáa alt tað útbúna fólkið heim aftur til Føroya, tí samfelagið hevur brúk fyri teimum! Sostatt kann tað metast vera ein íløga í føroyska samfelagið at fáa fólk at venda heim - ein íløga, sum ikki eigur at verða gloymd. At hetta eisini er ynskið hjá føroysku mynduleikunum, sæst m.a. við at lesandi á hvørjum ári fáa tillutað pening til ein ferðaseðil til Føroya. Hetta fyri at varðveita sambandið við heimlandið. Nógvir, fyri ikki at siga flestu, føroyingar ynskja at venda aftur til Føroya eftir lokna útbúgving, men trupulleikar við m.a. væntandi barnaansing og trupla bústaðarstøðan gera, at nógv halda seg aftur. Tíverri hava vit ikki nøkur hagtøl, sum kunnu vátta hetta, men hetta er nakað sum MFS kennir fleiri dømi um frá fyrrv. limum. Her skal leggjast afturat, at MFS, sum einasti miðil hjá teimum lesandi uttanlanda, hevur bestu føling við, hvat rørir seg millum tey lesandi uttanlanda.
Her skal somuleiðis vísast á, at tað ber til hjá føroyingum undir útbúgving uttanlanda at skriva seg upp á bíðilista til grundstykki. Hví er tað so ikki gjørligt hjá fyribils útisetum at skriva børnini á bíðilista til barnaansing? Hvat varð so av hesi íløguni í útisetarnar?
Um fortreytirnar í Føroyum ikki eru í lagi, so er ikki gjørligt at náa málsetninginum um, at fáa føroyingar at venda heim aftur eftir loknan lestur. Samstundis sum hetta er ein áheitan um at gera umstøðurnar hjá útisetum betri í Føroyum, so er hetta eisini ein ávaring um at taka hendan trupulleika í álvara. Tað sigur seg sjálvt, at um umstøðurnar uttanlanda eru nógv betur, so er tað sera skjótt, at heimflytingin til Føroya verður útsett og í ringasta føri ongantíð verður veruleiki.
Sum bíðilistarnir eru í dag eitt nú í Havnini, eru útlitini ikki serliga góð fyri nýútbúna føroyingin. Tá hann ikki fær børnini ansaði, sleppur hann als ikki at gagnnýta nývunna tittulin, men má í staðin ganga heima. Tað kann tískil ganga rúm tíð, áðrenn viðkomandi sleppur út á arbeiðsmarknaðin - og hvat vinnur landið so? Tað tykist løgið, og í veruleikanum ikki sørt sjálvmótsigandi, at rætturin til uppskriving til ansingarpláss ikki er sjálvsagdur eins og við grundstykkjunum. Í øllum førum er tað ein sannroynd, at nógv setast aftur, og í staðin velja at taka av einum arbeiðstilboði í útlandinum, har børnini sleppa á ansingarstovn. Skjótt festa fólkini røtur, og kanska venda tey ongantíð heim aftur. Hvat fekst so burturúr íløguni í gløgga heilan, sum fekk fría ferð heim á hvørjum ári í eini 5-6 ár?
Tað kann ikki vera rætt, at viðurskiftini hjá teimum lesandi uttanlanda skulu vera so nógv verri enn hjá teimum, sum eru búsitandi í Føroyum.
MFS heitir tí á kommunurnar í Føroyum um at broyta verandi reglugerð, soleiðis at barnafamiljur uttanlanda, sum eru fyribils burturstaddar í lestrarørindum, kunnu skriva seg uppá bíðilista til ansingarpláss eins og barnafamiljur í Føroyum.
MFS hevur sent hetta skriv til tær størstu bústaðarkommunurnar í Føroyum og til landstýrismannin í kommunumálum.
MFS vil gjarna vera við í arbeiðnum at fyrireika hesar broytingar. Tit eru tískil vælkomin til at venda tykkum til MFS í hesum sambandi.