Til lukku Danmark!

Tað sum hendi hósdagin í Danmark var einki minni enn eitt undur. Hóast allir teir danir, sum eru vanir við at stýra og ráða, heittu so inniliga á fólk um at greiða atkvøðu fyri at taka undir við evruni, so segði ein stórur meiriluti kortanei.

Orsøkin var tann, at fólk funnu út av, at her var ikki bert talan um pengaseðlar og veksilgjald, men um politikk. Tað evran er, er í veruleikanum ein roynd til at binda londini saman í ein felagsskap, sum tey ikki kunnu sleppa burtur úr. Harvið verður lættari at fáa londini til at ganga við til tað, sum er endamálið: at sjóða saman eitt nýtt heimsveldi, sum skal senda hermenn til at berja niður onnur lond í Afrika og Asia.

Tað var hetta, sum danir ikki vildu. Sjálvt um Nyrup og hansara harkalið eru imperialistar, so eru teir vanligu danirnir tað ikki, og nú fingu teir høvi til at gera greitt, at slíkt vildu teir ikki lata um seg ganga.

Fyri samráðingarnar um tað føroyska fullveldið var hósdagurin eisini ein vælsignaður dagur.

Tað er sera skilagott fyri okkum, tá ið vit gerast eitt sjálvstøðugt ríki, ikki at broyta tann sáttmála vit hava við Danmark um gjaldoyrasamstarv. Á henda hátt sleppa vit frá at viðgera spurningin um gjaldoyra í hesum sambandi.

Hetta var eisini tað, Ísland gjørdi, tá tað gjørdist sjálvstøðugt í 1918. Tá var ein sáttmáli millum Norðurlond um, at tey høvdu somu krónu, og Ísland gjørdist partur í hesum sáttmála. Fortreytin í hesum sáttmála var, at krónan hevði eitt fast virði í mun til gull. Tað bar tí ikki til hjá politikarnum og tjóðbankunum at hóreiggja sær sum teir vildu við krónukursini, og fólk kundu hava álit á pengavirðið.

Men hvat er hent? Av tí at londini sleptu bindingina til gullið, er pengavirði fallið. Tað sum tá fekst fyri eina gullkrónu, skulu vit í dag gjalda 29 danskar krónur fyri. Hetta hava spekulantar kunnað gjørt sær dælt av, men fyri fólk flest hevur hetta verið ein vanlukka.

Tað vísir seg, at tá politikarar sleppa at broyta virði av pengunum, so hava teir fingið eitt vald, sum teir ikki himprast við at misnýta. Hetta hava danskir politikarar gjørt, og siðvenjan í Europa er enn verri enn í Danmark. Øll tey stóru londini har hava havt inflatión í hesi øldini, og tað er ikki so frægt, at brent barn ræðist eldin, tí tey blíva við. Tann týski markurin, sum skal eitast at vera eitt haldgott gjaldoyra, hevur mist yvir helvtina av virði sínum í mun til gull síðan hann varð settur í gildi, og evran, sum skuldi verið betri, hevur mist ein triðing av virði sínum upp á tvey ár.

Føroyingar hava altíð verið sparsamir og dugað væl við pengum. Tað býður okkum ímóti at hava nakað við slíkar gummivalutur at gera, og tí er tað gott, at vit við donsku fólkaatkvøðuni hósdagin fingu eitt skotbrá, sum vit kunnu nýta til at finna út av, hvat ið er rætt fyri okkum at taka til ráða í hesum máli.

Tí hava vit alla orsøk til at takka tí vanliga danskarnum fyri at hann setti Nyrup og hansara harkalið upp á pláss hósdagin.


Zakarias Wang