Til økismenningarlandsstýrið

Hví skuldi oljufeløgini avgera hvar ið útgerðarhavnin skuldi liggja, men iki hvar oljumálastýrið og MRCC støðin skuldi liggja.

Svenning Borg

Vágur



Nú eru útgerðarhavnin, oljumálastýrið og MRCC støðin í meginøkinum, hvat er nú eftir til útjaðaran av oljuvinnuni.

Tað er týðuligt at suðuroyingar eru ein minniluti í Føroyum og verða viðfarnir hareftir, hava ongan rætt til nakað í samfelagnum, sjálvt um ríkidømi er her hjá okkum, so skulu aðrir hava fyrstarætt til tað, hettar er eisini tí, at løgtingsumboðini fyri Suðuroynna eru for vánalig og lata sær alt ov nógv lynda og sær tað út sum um tey bert eru til ífyllu.

Nú setur so Statoil og Co. búsetingarmynstrið í Føroyum út í kortið, hettar er so tað síðsta innan økismenning.

Jú, meginøkið fekk í posa og sekk, leingi livi útjaðarin, leingi livi økismenningin.