Hóast alsamt fleiri flyta til Havnar, tí tey av ymsum orøskum ikki vilja ella kunnu verða á bygd, vilja politikarar ? og kanska føroyingar sum heild ? hava útjaðaran at mennast og fjølgast. Hetta er komið fram í tí orðaskifti, sum hevur verið eftir at áhugaverda frágreiðingin hjá økismenningarnevndini er komin.
Frágreiðingin vísir m. a., at støðan í sunnaru helvt í Suðuroy er vánalig. Bæði viðvíkjandi arbeiði, inntøku, fólkagrundarlag og trivnaði. Gongdin er óheppin, og vendir hon ikki skjótt, so vendist neyvan í bræði ? um nakrantíð. Tí gongur tað fyrst tann skeiva vegin, er vandi fyri, at henda gongd tekur dik á seg.
Nú eru nøkur uppskot nevnd fyri at venda gongdini. T. d. at flyta fyrisitingarligar eindir ella uppgávur út í útjaðaran. Hetta er einki nýtt, og á hesum øki hava føroyskir politikarar veruliga havt møguleikar, men teir eru ikki brúktir. Seinast í samband við oljuvinnu. Bælði aðalstýri, jarðfrøðissavn og oljuhavn kunnu liggja uttan fyri Havnina.
Tí er lítið sannlíkt, at nakað verður flutt úr høvuðsstaðnum út í útjaðaran. Tó er ein møguleiki at flyta fyrisitinginga á summum økjum út, serliga um komunurnar gerast størri. Men skal útjaðarin veruliga mennast, er neyðugt við vinnum, nýggjum vinnum, tænastuvinnum, skúlum o. s. fr. Men tað er ikki nóg mikið við vinnuligum fyritreytum.
Annað skal eisini til, um fólk veruliga skulu trívast í útjaðaranum. Ein grundleggjandi fyritreyt er góðir flutningsmøguleikar, góðir bústaðarmøguleikar, barnaansing, góðar tænastuveitingar og hentleikar, t. d. innan heilsu og røkt, frítíðar- og mentannartilboð. o. s. fr. Fleiri av hesum fyritreytum vanta í stóran mun.
Á hesum stað er ferð eftir ferð talað fyri, at vit eiga at stimbra livimøguleikarnar í útjaðaranum, í útoyggjum og á fjarskotnum plássum, so vit varðveita eitt fjølbroytt bústaðarmynstur í Føroyum. Nakað er gjørt fyri at skapa betri møguleikar, men vit eiga at minnast til, at vórðu ikki tær stóru útbyggingarnar gjørdar í vegir, tunnlar, lendingar og havnir, var støðan nógv øðrvísi, enn hon er. Tað er at vóna, at meira enn eitt orðaskifti fer at spyrjast burtur úr hesi frágreiðingini og frágreiðingini um støðuna og møguleikarnar á útoyggjum. Annars kunnu vit bara halda fram at kvøða »Til Havnar vit fara?«










