.....til “Havn” vit fara....?

Uttan at vera “puristur” ella málsligur reinførisapostul kenni eg tað tvingandi neyðugt at koma við hesum hjartasuffi. Tað er nógv fyri at ein skal fáa ilt í málsligu tilvitskuna hvørja ferð ein koyrir inn í Tórshavnar Kommunu. Tí tað eitur nú enn “Tórshavnar Kommuna” – ella er tað nú vorðið “Tórshavn Kommuna”? Tað er í hvussu so er soleiðis ein nú verður heilsaður vælkomin við kommunumarkið. Tá hugsi eg: hvussu kunnu útlendingar læra okkara mál, tá tað almenna gongur á odda í at avlaga sjálva beinagrindina ella bygnaðin í málinum – bendingarmynstrið?

Sum ískoyti til aktuella tjakið um bókina hjá André vil eg siga, at eitt mál tolir væl at taka við orðatilfeingi úr øðrum málum og laga tað til grundleggjandi bygnaðin í sær sjálvum: grammatik, syntaks-reglur og bendingarmynstur. Hetta gera øll mál – eisini í teim londum har ein ávís “protektionisma” er.

 

Mesti vandin fyri eitt mál – bæði sum samskiftisamboð og mentanarbera – er ikki orð og heiti, men tá sjálv beinagrindin fer at rilla. Tá virðingin fyri málinum er komin niður á eitt støði, har fjølmiðlar og almennir stovnar vísa líkasælu yvirfyri bendingum og rættskrivt, tá gerst tað ein ómøgulig pedagogisk uppgáva fyri okkara skúlaverk at læra børnini føroyskt - pisa-kanningar ella ei.

 

Tí hvussu kunnu vit rættvísgera yvirfyri børnum – ella útlendingum – at tey skulu hava bendingarlæru og rættskrivt, tá tey samstundis síggja málsligu beinagrindina avskeplaða í fjølmiðlum og almennum skeltum?