Til Hall Ellingsgaard

Hallur Ellingsgaard sigur í Dimmu í gjár, at tey, sum valdu meg á ting, ikki fingu tað, tey valdu. »Sjúrður Skaale orkaði ikki at bera frælsisskjøldurin longur«, sigur hann.

Eg skal hava »kapitulerað«, tí »royndin, at fáa Tjóðveldi at seta donsku grundlógina og heimastýrislógina oman fyri stjórnarskipanina miseydnaðist«.
Kanska Hallur kundi greitt frá, nær og hvussu eg havi roynt at gjørt hetta. Tí eg kenni einki til tað.
Men eg kenni til, at uppskotið til føroyska grundlóg varð forkomið, so vit ikki hava annað formligt rættargrundarlag enn danska grundlóg og heimastýrislóg.
Og eg ivist í, um tey, sum forkomu uppskotinum, gjørdu tað, sum teirra veljarar ynsktu.