Tónleikur, barnaundirhald, heitir pottar, festivalbúffar og nú eisini gudstænasta. G! hevur gjøgnum árini altíð roynt at hava ymisk og fjølbroytt tiltøk og tilboð til teir túsundtals festivalgestirnar, sum vitja í Gøtu í julimánaði.
Nú bjóða fyrireikararnir so eitt rættiliga øðrvísi tiltak, tí á ársins G! Festivali verður ein sokallað festivalkirkja. Kirkjugongd og festivalar er ikki vanliga nakað, sum gongur hond í hond og festivalkirkjan verður heldur ikki sum kirkjur flest.
- Á skránni vera millum annað chill-umstøður í sjálvari festivalkirkjuni, umframt gudstænasta umborð á Norðlýsinum, boða fyrireikararnir frá á Facebook í dag, har teir eisini siga, at meira verður at frætta seinni.
Tað eru Maria Jørðdal Niclasen, Theodor Eli Dam Olsen, Arni Zachariassen, sum saman við øðrum hava tikið til til, at festivalkirkjan verður endurreist, tí áður hevur festivalkirkjan verið á G!










