Í sambandi við Torradagarnar í Klaksvík verðu í dag klokkan 13 skipað fyri gongutúruri við Norðoya Gongufelag norður á Køtlar.
Ætlanin er at fara niðan á Áarskarð og norður á Køtlarnar. Farið verður frá vatnbrunnunum við Ánagjógv klokkan 13.
Havið matpakka við, eingin kostnaður og eingin tilmelding, siga tey úr Klaksvík.
Hetta verður ein stuttur vártúrur, sum tekur umleið tríggjar tímar.
Djóni Kunoy, sum hevur verið á 6.960 metra høga fjallinum Aconcagua í Argentina, verður við í ferðini. Norðoya Gongufelag hittist á telefon 282171.