Til gleði og gagn hjá næmingum og lærarum

Á Tvøroyri hevur skúlin nú eisini fingið eina uttandura skúlastovu

Mangan verður havt á lofti, at lærarar gera ov lítið av at fara út í náttúruna við børnunum. Á Tvøroyri hava tey nú í hvussu so er gjørt umstøðurnar til tað nógv betri.

 

Omanfyri skúlan á Tvøroyri er ein lítil viðarlund og fyri einum ári síðani skeyt ein av lærarunum, Turið Vesgtergaard, upp at gera økið til ein part av skúlanum.

 

Í tí sambandi skeyt hon upp at gera ein pall í viðarlundini, har undirvísast kann í Lívfrøði og í Náttúru og tøkni, tá ið høvið býðst og veðrið er til vildar.

 

Tað var eitt uppskot, skúlastýrið tók undir við. Tað gjørdi Mentamálanevndin hjá býráðnum eisini og nú er uppskotið framt í verki.

 

Sostatt hevur skúlin á Tvøroyri nú eisini fingið eina uttandura skúlastovu við undirvísingarpalli til læraran og benkrum til næmingarnar, og tað munnu ikki vera nógvar vakrari skúlastovur í landinum, enn hendan. Og samstundis er  tað so hent, at hon liggur beint við lívfrøðistovuna í skúlanum.

 

Susanna Bertholdsen, sum er forkvinna í skúlastýrinum, er vís í, at hetta er eitt tiltak, bæði næmingar og lærarar á Tvøroyri fara at fáa stóra gleði av. Og hon heldur eisini, at hetta fer at vera gagnligt fyri trivnaðin í skúlanum.