Fyri nøkrum árum síðan frætti 62N Travel frá stóru fyritøkuni Travel Quist Tours. Tað var ein, sum hevði útvegað sær nógva vitan um sólarmyrkingar, og viðkomandi visti, at sólarmyrking fer at verða í Føroyum í 2015.
Síðan hevur samstarv verið millum partarnar um at útvega gistingar í Føroyum, og trý fólk hava verið í Føroyum og hugt at landinum og kannað møguleikarnar fyri, hvar best er hjá vitjandi at standa í Føroyum, tá í mánin kemur fyri sólina 20. mars klokkan 9.44.14. Tað verður bølamyrkt í tveir minuttir og 47 sekund.
- Tá ið tey vóru her, bjóðaðu tey okkum báðum at koma til sólarmyrkingina, sum verður 14. november, sigur Maria Samson.
Í morgin fara hon og maðurin Kent L. Christensen við flogfarinum til Danmarkar, og haðani flúgva tey víðari til Fijioyggjarnar. Tann ferðin tekur 25 tímar.
Tvey stór cruiseskip fara at sigla á økinum, tá ið sólarmyrkingin verður einastaðni millum Fijioyggjarnar og Ný Sæland, og tey bæði skulu verða umborð á øðrum skipinum í níggju dagar. 2100 fólk verða umborð.
Sólarmyrkingin varar í tríggjar minuttir og 28 sekund.
Fáa fólk at koma til Føroya
- Vit fara at halda fleiri fyrilestrar um Føroyar, vísa filmar og myndir, sigur Maria Samson.
Tey eru boðin við til sólarmyrkingina fyri at upplýsa um Føroyar og vekja áhuga millum fólk í øðrum londum at koma til Føroya í 2015.
Næsta ár verður sólarmyrking í Afrika, men eingin verður í 2014.
- Tí vænta tey sanna innrás í Føroyum í 2015, sigur Maria Samson.
Tað er langt síðan, at flestu gistingarhúsini á meginøkinum í Føroyum høvdu selt út gistingar til fólk, sum koma til Føroya at uppliva sólarmyrkingina í 2015.
- Vit hugsa eisini um at fara at leiga nógvar kampingavognar í mars 2015 og royna at fáa hendur á íbúðum eisini, sigur Maria Samson.