Kanska er gorfuglurin ikki útdeyður hóast alt - tað er vónin hjá lívfrøðinginum, Forrest Galante, sum hevur verið í Føroyum og leitað eftir gorfuglinum.
Tað er í sendirøðini "Extinct or Alive", sum koyrir á Animal Planet, at vit fylgja Forrest Galante á sínari ferð í Føroyum við tí fyri eyga at finna prógv fyri, at tað enn finnast gorfuglar.
"Extinct or Alive" er ein sendirøð, sum snýr seg um at finna djór, ið mann annars hevur hildið vóru útdeyð. Orsøkin til, at sendingin er komin til Føroya, er, at mann hevur funnið eggjaskal, sum mann meinar, er frá gorfuglinum, og tí kann tað vera, at nakrir hava yvirlivað.
Gorfuglurin helt í londunum kring Føroyar og í Føroyum, hóast tað er ivi um, um hann átti her. Í liti og í nevinum líktist gorfuglur mest álku, men hann var nógv størri enn álka og fleyg ikki. Síðsti gorfuglur varð sæddur fyri 175 árum síðani, og tí hevur mann mett, at gorfuglur er útdeytt fuglaslag.
Forrest Galante hevur áður verið umtalaður sum "hin norðuramerikanski Steve Irwin". Sendingina kanst tú síggja her á Dplay.