Til Føroya at jarða pápan

Tann 61 ára gamla Lynne White hevur júst vitjað í Føroyum fyri fyrstu ferð, hóast bæði foreldur hennara eru føroysk. Tey fóru hvør í sínum lag úr Føroyum í 1927 til Canada og hittust handan hav og settust niður har. Lynne hevur nú jarðað urnuna við øskuni av pápanum í heimbygd hansara, Miðvági

 


Søgan um føroyingin Lynne White úr Winnipeg í Canada, er á mangan hátt ein serstøk søga. Tí hóast hon er føroysk í báðar ættir, hevur hon júst vitjað í Føroyum fyri fyrstu ferð, nú hon er 61 ára gomul.

Ørindini vóru at jarða pápan, ið kom úr Miðvági. Pápin doyði fyri tveimum árum síðani og Lynne og sonur hennara Don, hava jarðað urnuna við øskuni av pápa og abba í heimbygdini.

Lynne og Don fóru úr Føroyum aftur sunnudagin, eftir at hava vitjað familju í Føroyum og eftir at hava vitjað landið, sum tey longu nú kenna rætiliga væl. Serliga Don hevur lagt seg eftir staðarnøvnum og kennir væl aftur, sær hann myndir og málningar.


Serstaki upprunin

Søgan er hon, at Daniel J. Ellefsen úr Miðvági og Alexandra Petersen úr Fuglafirði bæði fóru hvør í sínum lag úr Føroyum til Canada í 1927.

Síðani hittust tey handan hav og funnu saman.

- Bæði fóru í 1927. Pápi var 10 ár eldri, enn hon. Hann var 21 og hon hevur so verið 11 ára gomul. Eg veit ikki júst árstalið, men sum tannáringur ferðaðist hon við foreldrunum til Winnipeg, har eg vaks upp, og hann búði hjá føroyskari familju. Eg minnist søguna um, at hann bað um at fylgja henni heim, tí tey búðu ikki í somu húsum. Sum árini gingu, fluttu tey til Manitoba, sigur Lynne.

- Eg búgvi enn í Winnipeg og mamma býr hjá mær. Pápi doyði fyri tveimum árum síðani. Vit hava ætlað at komið fyrr til Føroya, men tosaðu so aftur í vetur um tað. Sonur mín og eg hildu vera gott hugskot at jarða pápa saman við foreldrum hansara. Eg hevði øskuna av honum, og spurdi mammu, ið helt hetta vera gott hugskot. Pápi hevur eina systur í Miðvági, har vit hava búð, ið er tann einasta, ið eftir er,av einum flokki uppá 7 systkin, greiðir Lynne frá.

- Ein onnur systir búði í Keypmannahavn og doyði og varð jarðað við foreldrunum í februar. Eisini hon varð kremerað, sigur Lynne, og hevur undrandi staðfest, at í Føroyum eru ikki líkbrenningarhús, so um brend lík verða jarðað her, so er talan um fólk, ið koma aðrastaðni frá.

Lynne er næstelst av 6 systrum og fylti 61 ár í juni. Men hví vitjar hon ikki í Føroyum fyrr enn nú?

- Eg kom nærum til Føroya fyri eini 15 árum síðani, sigur Lynne, tí tá ætlaði pápin, ið tá var um 80 ára aldur, sær at vitja, men hann settist aftur vegna heilsubrek og hann vitjaði annars seinast í 1975.

- Hann sá og hoyrdi ikki væl og helt kanska, at hann fór ikki at vera førur fyri at samskifta. Mong, ið hann kendi, vóru helst heldur ikki longur, so hann settist aftur og árini runnu síðani framvið og síðani hevur sonur mín, Don, havt sera stóran áhuga í at koma til Føroya, sigur Lynne, ið altíð fegin hevur viljað vitjað í Føroyum.


Tosaðu ikki føroyskt heima

- Vit tosaðu ikki føroyskt heima. Mamma hevur ein beiggja, ið eisini býr í Manitoba. Hann vitjaði ættina heima. Mamma skrivaði og fekk ymiskt heiman í frá, men vit tosaðu ikki føroyskt. Eg hoyrdi tað tosað, sum barn, t.d. tá omma og abbi vitjaðu. Syskinabørn vitjaðu og tosaðu enskt. Tá eg kom her, visiti eg ikki, um ættarliði hjá pápa dugdi enskt og tað vísti seg, at ikki øll duga, sigur Lynne.

Lynne og Don eru samd um, at menninir tosa meira av enskum, enn kvinnurnar, kanska tí, at teir sum fiskimennn hava havt meira samband við útheimin.

Lynne undrast á gestablídni í Føroyum og á, hvussu væl føroyingar hava skil á ættarviðurskiftum. Lynne kendi ikki nógv til familjuna á mammusíðuni, men visti, at omman hevði havt samband við fólk í Føroyum.

-Tá vit komu til Klaksvíkar, har omma var fødd, hitti eg fleiri, ið kanska ikki kendu ommu persónliga, men um iki annað vistu um hana. Omma fór úr Føroyum í 1927 og vitjaði bert einaferð aftur, í 1948, men tað er fantastiskt, so nógv fólk, ið kendu Binu, sigur Lynne.

- Tey vistu - um ikki annað - um hana, sigur Lynne, og Don leggur afturat, at tey skrivaðu jólakort og so framvegis.

Hesum eru tey bæði bilsin av, tí hetta eru fólk í sama ættarliðið, sum Lynne, og sum tí ikki kunnu kenna ommuna.

Í Klaksvík fingu tey víst húsini, har omman var fødd. Omman var fostrað upp har. Kvinnan, ið eigur húsini nú, var til staðar, og hon er nevnd eftir ommu Lynne og nevnist Jacobina.

- Hon segði, at mamma hennara skrivaði til mamma mína og mammu beiggja mín. Síðani misti mamman sjónina og síðani skrivaði Jacobina sjálv til mammu mína og til mammaubeiggja mín, hóast hon ongantíð havi sæð hann, sigur Lynne við kenslubornari rødd.

Lynne er fegin um at finna útav ymsum um ommuna, sum hon næstan helt ikki hevði familju. Pápi ommuna hevði brøður, ið doyðu ungir og ógiftir á sjónum, og eina systir, sum doyði 32 ára gomul, men átti børn, sum sostatt vóru syskinabørn hjá ommu Lynne. Lynne hevur hitt familjuna, sum hon ikki visti av og hon hevur hoyrt søgurnar, sum hini hava hoyrt um familjuna í Canada.

- Henda kvinna hevur bert sæð ommu einaferð. Var kanska 23, tá omma fór úr Føroyum, so at hitta kvinnu nú í 2001, ið veruliga hevur kenslur viðvíkjandi ommu, er fantastiskt, sigur Lynne, ið hevur havt mangar slíkar upplivingar hesar dagarnar í Føroyum.

- Øll eru so blíð. Tá vit vitja, so er altíð onkur, ið veit um onkran, sum vit bara mugu hitta, greiða Lynne og Don frá.

Og hesi familjuviðurskiftini eru ikki júst tað, ið Lynne er von við, men kanska nakað, ið henni hevur longst eftir.


Hugdi ikki aftur um bak

- Eg vaks upp í Canada, har einastu familjuviðurskifti vóru foreldrini hjá mammu. Eldri bróðir hennara doyði undir øðrum heimsbardaga. Eg hevði ein mammubeiggja, ið ikki giftist. Pápi hevði stóra familju, visti eg, men eg hitti ongan teirra nakrantíð, hevði ikki samband við systkinabørnini. Men eg visti, at eg hevði eini 20 systkinabørn. Eg visiti, at mamma var uppvaksin við syskinabørnum kring seg. Foreldrini hjá pápa vitjaðu og eg sá myndir, og eg varnaðist, hvussu nógv fólk omma má hava havt kring seg, men sum hon ikki hevði samband við.

Lynne heldur vera heldur løgið, so lítið, sum foreldur og omma og abbi hava vitjað aftur í Føroyum, hóast tey ikki gloymdu familju og prátaðu tey nógv um hesi viðurskifti.

Hon sigur, at sambandi við familjuna, er nakað, ið hon hevur saknað. Men hon hevði tó ommu og abba á mammu síðuna, umframt systkin, men aftanfyri lúrdi forvitni.

- Omma og abbi í Miðvági doyðu í sekstiárunum, so nú var tað líkasum ein ferð, fyri at uppliva og síggja landið, men tað gekk jú øðrvísi, sigur Lynne og sipar til, at familjan rættiliga hevur víst ans og at hon hevur hitt sera nógv fólk í familjuni.

- Tað er onkursvegna øðrvísi við pápa. Hann fór til Canada og hugdi sum so ikki aftur um bak. Men eftir øllum at døma er hetta ikki óvanligt, nógvar eru søgurnar um menn, ið gjørdu tað sama. Men Familjan hjá mammu var hjá okkum, og pápi segði okkum ongantíð søgur heiman í frá, sigur Lynne.

Í Miðvági gingu Don og Lynne ein túr kring Leitsvatn.

- Eg segði tá við meg sjálvan, at hetta var nakað, ið pápi hevði havt gjørt. Hann elskaði náttúruna og hevur helst nýtt øll barnaárini í fjøllunum og aðrastaðni, men vit hoyrdu ongantíð nakað um hetta, sigur Lynne, sum tó er eitt sindur kedd av , at ferðin ikki kom í lag, meðan pápin var á lívi, men nú kann hon práta við mammuna um hetta, tí hon skilir hesi viðurskiftini.

Eisini er hon fegin at hava sonin Don við á ferðini, tí annars er helst trupult at býta upplivilsini við onnur, sum ikki kenna viðurskiftini.

Endamálið við ferðini hevur verið at vitjað landið og at hitta familju. Tí eru Lynne og Don eisini sera fegin um at hava fingið bókling, ið greiðir familjuna á pápasíðuni. Hetta gevur møguleikar, nú kenna tey nøvn mong ár aftur í tíðina. Eisini í Klaksvík og Fuglafirði hava tey fingið líkandi innlit.



Friðarligt grindadráp

Pápi Lynne vitjaði aftur í Føroyum fyri fyrstu ferð í 1957. Tá var ikki so lætt at ferðast. Lynne og Don eru glað um lítla landið, sum til ber at kenna eftir stuttari tíð, og um væl útbygda samferðslukervið, sum ger tað gjørligt at ferðast skjótt og ómakaleyst.

- Tá pápi vitjaði í 1957, tók hann upp film av grindadrápi. Eisini, tá hann vitjaði aftur í sjeytiárunum. So eg havi eini 3 grindadráp á filmi, sigur Lynne og tað eydnast henni heilt væl at siga "grindadráp" á føroyskum.

Sama dag, sum tey jarðaðu pápa Lynne í Miðvági, var grind í Vágum.

Lynne greiðir frá, meðan Don hjálpir henni við staðarnøvnum, sum hann er sera fimur í. Hann hevur kannað nógv viðurskifti og hevur áðrenn vitjanina havt stóra gleði av ymsum heimasíðum, ið hava upplýst um Føroyar.

- Grind var í Bø. Men vit fingu at vita, at flóð og fjørða spældi inn, so vit fóru til hús og komu síðani aftur. Vit eygleiddu og Don tók upp á sjónband. Seinni spurdu øll, hvat vit hildu, men tað var jú sera friðarligt. Har var nógv blóð, gamaní, men eingin harðskapur. Vit fingu ikki við, tá menn fóru at skera upp, men vit fingu frágreiðing um alla gongdina, siga Don og Lynne.

Tey eru samd um, at tað, tey upplivdu, var øðrvísi, enn tað, tey hava sæð á filmi frá 1957. Hetta kemur helst av, at reglurnar eru broyttar til tað betra, meta tey.

- Eg visti um hetta og havi sæð hetta sum ung, eg havi góðtikið hetta sum part av føroysku mentanini. Hetta segði pápi mær eisini, sigur Lynne.

- Eg hevði væntað meira harðskap, tí í filminum frá '57 knúsa hvalirnir bátar og so framvegis, sigur Don.

- Hetta var jú sum eitt vanligt slaktarí, sigur Lynne, ið eisini hevur hoyrt pápan greiða frá um hval, ið kom upp ígjøgnum bátin, so svimjast mátti í land.

Bæði hava frætt um mótmælini ímóti grindadrápi, men hava annars ikki hoyrt so nógv um hetta í Canada.


Kaffi og køkur non-stop

Lynne sigur, at tá hon kemur heimaftur, fer hon at minnast aftur á og enduruppliva mangt av tí, ið er fyrifarist á ferðnin.

- Vit fara at tosa um ferðina og at samskifta við mong teirra, vit hava hitt, sigur Don.

Tey siga bæði, at tey fegin vilja vitja aftur um nøkur ár. Tey hava hitt so mong vinarlig fólk, hava hitt familju, ið veruliga er áhugað.

- Og mamma segði, áðrenn vit fóru, at tey geva tykkum at eta, allastaðni har tit fara. Og eg segði skjótt við Don, at vit kunnu ikki vitja meira enn tvey ella trý fólk um dagin, tí vit fáa kaffi og køkur har vit koma. Og vit hava etið so nógv. Tíbetur eru vit ikki trupul, men heldur forvitin viðvíkjandi mati, sigur Lynne.

Hon rósar matinum og serliga eplunum, sum hon tó veit koma fyri stóran part uttan úr heimi.

Lynne og Don hava roynt sera nógvar av serføroysku rættunum. Teimum dámar eittnú væl seyðakjøt og grind og ikki at gloyma rabarbugreyt.

- Heima fara vit at greiða familjuni frá, men tað hevur kanska ikki líka nógv at siga teimum, sum okkum.

Men mamma skilir viðurskifiti. Bert spell, at pápi ikki er á lívi, sigur Lynne.

- Men vit høvdu hann við okkum, leggur Don afturat.


Næstan sur-realisma

- Ferðin hevur næstan verið sur-realistisk. Eg havi jú sæð mangt á myndum, t.d. Klaksvík og grindadráp. Men hetta er veruleiki. Fólkini eru tó tey, ið gera meg bilsnan, sigur Lynne

- Pápi mín var ikki ein persónur, ið tosaði. Honum dámdi lítið at vera millum mongd av fólki. Pápi var ikki ikki óvinarligur, als ikki, men tað var bert sum um, at honum tørvaði ikki onnur fólk í so stóran mun. Men tí er tað at vera bilsin av, so glað og blíð familjan er og so fegin tey vilja hav samband, sigur Lynne.

- Hetta hevur nakað at siga fyri tey. Tí undrar tað, at hann hevur verið førur fyri at fara um hav og nærum ikki koma aftur.

Lynne sigur, at ferðin til F-roya setur saman øll pettini, ið bara hava ligið, og sum hon hevur sæð og hoyrt um.

Lynne og Don White fóru av landuinum aftur sunnudagin. tey erur tó vís í, at teyu koma aftur og Don sigur, at hann tá ivaleyst hevur sína ubgu familju við.

Lynne heldur, at hennara ommubørn kanska hav ein møguleika at læra nakað av føroyskum, hóast tað ikki er eydnast henni hesar 14 dagarnar, hon hevur vitjað føðilandi hjá foreldrum sínum.






Søgan í stuttum

Søgan um Lynne White er í stuttum søgan um kvinnu, ið er føroyingur av uppruna, men sum ongantíð hevur vitjað í Føroyum, fyrr enn nú hon er 61 ára gomul.

Tað er eisini áhugaverda søgan um tveir føroyingar, sum hvør í sínum lag fara út F-royum í 1927, fyri síðani at hittast í Canada og setast niður har. Hóast familja og føðiland ikki eru gloymd, so eru vitjanirnar heimaftur ikki mangar og eru tey partur av einum ættarliðið, ið fór og nærum ikki hugdi afturum bak.

Tað er søgan um eina dóttur og son hennara, sum nú vitja landið, sum forfedrarnir fóru frá í 1927.