Til fólkapensjónistin

Jóannes Eidesgaard
løgmaður

Í lesarabrævi tann 3. mai, seta tygum løgmanni ein spurning. Tygum skriva soleiðis:
"Nú fyri nøkrum døgum síðani, frættu vit í útvarpinum, at fólkapensjónistar hereftir ikki skuldu rokna við at fáa so mikið í pensjón, sum higartil. Tær viðbøtur, sum fólkapensjónistar, ið illa eru fyri, higartil hava fingið, verða ikki meir.
Er hetta veruleiki?".
Nú veit eg ikki hvørji tíðindi tygum sipa til, men seinast ein broyting er hend viðvíkjandi viðbót til fólkapensjónistar var í mai 2004, tá nýggj kunngerð um persónliga viðbót sambært § 12 í almannapensjónslógini varð sett í gildi. Høvuðsbroytingin í mun til gomlu kunngerðina er, at Almannastovan nú skal gera eina ítøkiliga tørvsmeting í hvørjum einstøkum føri, har mett verður um, um pensjónisturin hevur serliga trupul kor í mun til støðuna hjá øðrum pensjónistum. Áðrenn varð bert hugt at ognini ella inntøkuni hjá pensjónistinum. Um inntøkan var lægri enn eitt vist, so fekk pensjónisturin viðbótina. Nú verður eisini hugt at hvørjar útreiðslur pensjónisturin hevur, so betur ber til at siga, um pensjónisturin veruliga hevur ?serliga trupul kor?, ið er treytin fyri at fáa viðbót.
Sostatt missa pensjónistar, ið veruliga eru illa fyri, ikki viðbøturnar, og eg kann vissa tygum um, at als ongar ætlanir eru um at lækka fólkapensjónina.