fíggindi mín,
eg skal fremja kærleika mín
á tær -
og royna góðskuna við.
verð ikki ov bilsin
av teimum tingum sum eg man gera.
eitt blítt orð í umbýti fyri eitthvørt
kvettorðað ting tú manst siga,
eitt óvæntað verk
eg skal gera fyri teg á vegnum.
møguliga tá skal koma tíðin
at eitt undur skal henda -
ístaðin fyri at vera fíggindi mín
tú skal blíva ein mín vinur!
chr.fróði










