Seyðahundar hava vit altíð havt í Føroyum.
Men talan hevur verið um hundar, sum við eitt sindur av venjing hava verið ein ávís hjálp í seyðarakstri. Ikki um hundar, sum við einføldum boðum klára at reka eitt seyðafylgi mest sum einsamallir.
Fyrr var ein hundur hildin vera ein góður seyðahundur, um hann kláraði at fanga eina ær ella eitt lamb, sum mest av øllum minti um varg, og tí í heilum royndi at søkja burtur frá fylginum. Í dag vita føroyingar, at soleiðis verða góðir seyðahundar ikki mettir.
Tað eru kortini ikki meiri enn eini 15 ár síðani, at skikkurin við veruligum seyðahundum tók seg upp her á landi, men síðani hava teir verið í einari rívandi menning. Vit eru komin hartil, at seyðahundar royna seg í kappingum, ikki bert innanhýsis í Føroyum, men eisini á altjóða støði.
- Serliga hesi seinastu fimm árini hava seyðahundakappingar ment seg til ein ítrótt, og føroyingar hava fleiri ferðir verið við til altjóða seyðahundakappingar, sigur ein av teimum, sum um vikuskiftið fara til EM í seyðahundakapping.
Rene Hansen úr Nólsoy hevur ikki luttikið í EM ella HM kapping áður, men hevur kortini verið til altjóða kappingar, eitt nú í Danmark.
Hinir, sum eru við til EM í Sveits um góða viku, eru Kjeld Nattestad úr Miðvági og Eyðstein Jensen úr Havn, sum báðir hava verið við til EM áður.
Fýra pláss
Føroyar hava luttikið í hesum EM kappingum í eini tíggju ár, og hava upparbeitt eina kvotu upp á fýra hundar.
- Tað er endaliga plaseringin hjá hundunum sum ger av, hvussu nógv pláss hvørt landið fær. Í løtuni hava vit fýra pláss, sigur Rene Hansen.
Sjálvur luttekur hann við tveimum hundum, Hvess og Taff, meðan hinir hundarnir eru Snøgg hjá Kjeld Nattestad og Nap hjá Eyðstein Jensen.
Hundarnir kvalifisera seg gjøgnum kappingar heima í Føroyum, og síðani tað stóð greitt, hvørjir hundarnir blivu, hava teir tríggir verið saman til tvær venjingar, eina við Fjallavatn í Vágum og eina á Viðareiði. Hesar venjingar hava verið seinastu tvey vikuskiftini, men annars hava teir tríggir vant sera nógv hvør sær.
- Vit fara av landinum fríggjakvøldið og leygarmorgunin. Tað er so, at flogfarið bert vil taka tveir hundar við hvønn túrin, og tí fáa vit ikki ferðast saman, sigur Rene Hansen.
Teir høvdu meldað seg til DM í seyðahundakapping, og teir høvdu sum so eisini fingið loyvi at taka lut í hesi kapping, men av tí at talan er um DM sleppa teir síðst fram at, og tað er vandi fyri, at tað tá verður ov myrkt at gera nakað.
- Tí gjørdu vit av heldur at fara til Svøríkis at venja, beint sum teir síðstu eru komnir niður leygarmorgunin. Vit rokna við, at tað fer at geva meira en at bíða eftir einari óvissari luttøku sum gestaluttakarar til DM, sigur Rene Hansen.
Vant verður so í tveir dagar í Svøríki, áðrenn leiðin gongur til ein garð í Jútlandi, har næstu tveir dagarnir ganga við meiri venjing.
Strangt eftirlit
Hundarnir skulu gjøgnum fleiri vaccinatiónir, fyri at kunna ferðast millum lond. Eisini skulu teir gjøgnum eina kanning hósmorgunin, tá EM kappingin í Sveits byrjar.
- Hundarnir mugu vera lítaleysir, annars sleppa teir ikki at verða við í kappingini, sigur Rene Hansen.
Teir hava serlig búr til hundarnar at ferðast í, og komnir til Danmarkar hava teir leigað sær ein bil at ferðast í. Og alt hetta er ikki nakar bíligur umgangur.
- Vit hava eitt felag, Føroya Seyðahundafelag, og tað fær ein lítlan bita burtur av køkuni hjá ÍSF. Felagið stuðlar við 5.000 krónum til hvønn luttakara, men restina mugu vit gjalda sjálvir. So tað er ikki á hvørjum sinni, at allir hava ráð at verða við, sigur Rene Hansen.
Í Sveits verða innleiðandi umfør hósdag, fríggjadag og leygardag, meðan sjálv finalan við 15 teimum bestu hundunum verður sunnudagin 27. september.
- Tað verða 89 hundar við í kappingini, og higartil hava føroyinagr ligið miðskeiðis í feltinum. Menningin hevur verið ógvuliga stór seinastu árini, men kortini er ilt at siga, hvussu tað fer at hildnast hjá okkum hesaferð. Hepni hevur nógv at siga í slíkum kappingum, sigur Rene Hansen.
So er hepni við teimum, kann onkur av hundunum kanska røkka finaluni. Hinvegin kunnu teir verða óhepnir og fáa varg at stríðast við, og tá kann skjótt enda galið.
- Fáa vit til dømis seyð, sum hevur hug at stanga hundarnar, og teir so glepsa eftir seyðinum, verða teir kolldømdir beinanvegin. So hepni hevur eisini nógv at siga, sigur Rene Hansen.
Teir tríggir hava fyrireikað seg so væl sum til ber, og so er bert at vóna, at venjingin fer at kasta eitt gott úrslit av sær.