Hjá klaksvíkskvinnum hevur hetta árið verið ein sonn sigursgongd. Tær hava vunnið allar dystirnar í landskappingini uttan ein og tað hava tær gjørt so ruddiliga eisini. Í onkrum dysti hava tær vallað fingið sveittan á pannuna áðrenn sigurin var heima, og tað er ikki serliga gott tekin, tá hugsað verður um støði føroyskur kvinnuflogbóltur er á í løtuni.
Antin eru Mjølnirkvinnurnar alt ov góðar til føroysku kappingina, ella eru hini liðini alt ov minni góð til at spæla móti stoltleikanum hjá Klaksvíkini.
Hesum ætla Mjølnirkvinnurnar sær nú at finna út av. Tær hava tí boðað frá luttøku í eini altjóða flogbóltskapping, sum verður í Ubberud á Fjóni í Danmark og tær ætla sær at verða við í besta bólkinum.
Kappingin tær skulu vera við í eitur Ubberud Cup og verður fyriskipað á hvørjum ári. Luttakandi liðini koma úr fleiri londum, og tí verður talan um eina sera spennandi kapping fyri teirra viðkomandi.
Ubberud er lítil býur, einar fimtan kilometrar uttanfyri Odense, og er partur av Odense kommunu. Felagið hevur lið, sum leika divisiónsflogbólt og umstøðurnar at leika flogbólt í Ubberud eru stak góðar. Har er ein góð ítróttarhøll til endamálið.
Kend í Føroyum
Um so er, at onkur føroyingur við tilknýti til flogbólt, heldur, at Ubberud ljóðar kent, so er tað ikki uttan orsøk. Felagið hevur motiónslið, sum hava lagt sær leiðina til Føroya meiri enn ta einu ferðina.
Ein av oddamonnunum í flogbóltinum í Ubberud er Henning Muldager, sum samstundis er kendur, sum Mr. Volleyball á Fjóni. Hann hevur sitið sum formaður í Fyns Volleyball Kreds í eitt mannaminni og er eisini kendur fyri at vera Føroyavinur burturav. Tí er einki at ivast í, at hann fer at fegnast um at Mjølnir kvinnurnar leggja sær leiðina fram við teirra kapping.Hjá Mjølnirkvinnunum verður talan um eina stóra uppliving. Donsku kappingarnar eru sera væl fyriskipaðar og liðini, sum luttaka, eru sera væl fyri. Tí kunnu tær uttan iva vænta sær eina spennandi og stuttliga kapping.