Til borðs við Henriki prinsi

Mánadagin var Niels Nattestad boðin til kongaligan døgurða

Mánadagin var Niels Nattestad til døgurða á Fredensborg saman við Henriki prinsi.

 

 

Niels Nattestad hevur seinasta árið verið tað, sum mann nevnir distriktschefur í hjálparfelagsskapinum Lions, og tað var í tí sambandi, at hann var boðin til døgurða á Fredensborg.

 

 

Talan var um ein døgurða við trimum rættum, og Niels Nattestad sat við síðuna av Henriki prinsi undir døgurðanum.

 

 

- Hann var blíður og skemtaði óført. Eisini fortaldi hann um onkrar minniligar ferðir upp til Føroya við skipi, sigur Niels Nattestad.

 

 

Í seinnapartssendingini á Rás2 í dag fer Niels Nattestad at greiða frá tí heldur serligu upplivingini, tá hann mánadagin sat til borðs saman við Henriki prinsi.

 

 

Sendingin er frá klokkan 13 til 16.