Til ber at fylgja Katrini Olsen á stórskíggja í morgin

Í morgin millum kl. 8 og 9 føroyska tíð verða báðar hálvfinalurnar í lættvektarum fyri tveir rógvarar. Millum tær, sum skulu royna at vinna seg í finaluna hjá kvinnunum eru Katrin Olsen og Julianne Leander. Allir róðrarnir vóru avlýstir vegna grimdarregn í morgun. Høvið býðst at síggja spennandi róðurin hjá Katrini og Julionnu á stórskíggja. Kappróðrarfelagið hjá Katrini í Føroyum, Knørrur og Want2bowl bjóða fólki hendan møguleikan í morgin millum kl. 8 og 9. Katrin og Julianne rógva kl. 8.30, so fólk gera best í at møta í bowlinghøllini á Hálsi í góðari tíð.