Telefonin ringir. Uni Zachariasen tekur hana uttan at blunka. Telefonin tykist hava sama týdning fyri hann, sum revolvarin hevur fyri Lucky Luke. Eitt lívsneyðugt amboð.
-Halløøeeev, sigur hann upp á hendan eyðkenda seigliga vestmannamátan. Og so tosar hann eina løtu um dekkitape, grundara, farvukodu og annað.
-Hatta var bara ein sum eg kenni, sum vildi hava nøkur góð ráð, sigur hann.
Fyri løtu síðani tosaði vit júst um stórar kundan í mun til lítlar – ella sum Uni sigur, vinnukundar í mun til privatar:
-Tað hevur pápi mín lært meg. Mann skal eisini fara væl við teimum smærru kundunum, tí teir fara altíð at vera har.
Uni fortaldi mær eisini, at tað var eitt triðja slag av kundum. Nevniliga fólk, sum ringja og spyrja um ráð. Og sjálvt um Una altíð roynir at geva sær góða tíð at svara, og ikki tekur nakað fyri at tað, so veit hann, at tað kann loysa seg eisini at fara væl við hesum fólkunum. Tey kunnu jú gerast góðir kundar ein sjønnan dag.
VÆL VIÐ NÓGV
-Mann sprænir bara spartl upp á nú, fotelur Uni og peikar á veggin inni í kamaranum á Hotel Hafnia.
-Hetta verður alt fullkomiliga slætt upp á lutfalsliga stutta tíð, og so sleppur málarin eisini frá at bukka seg niður í spannina eftir tilfari, leggur hann afturat.
Og tað er ikki av óvart at Uni nevnir málaran og kropsligu arbeiðsstøðu hansara, samstundis sum hann fegnast um nýggja arbeiðstøkni. Starvsfólkið hevur alt at siga, og Uni roynir og hevur altíð roynt at farið væl við teimum. Í løtuni eru 18 fólk í starvi, og øll hava nóg mikið at gera.
-Mær dámar best at hava for nógv at gera, tí tá kanst tú stýra tí við at arbeiða eitt sindur meira. Er hinvegin for lítið at gera, ber ikki til at arbeiða tað av tær, ha, spyr Uni í tí vit eru á veg niðan á Háls í stóra VW “rugbreyðinum” við hørðum rocktónleiki í hátalarunum.
Eg havi hug at spyrja hann hvat slag av tónleiki, honum dámar, men lati vera, tí vit hava nógv annað at tosa um. Hugsi tó, at hann sum so nógvir aðrir vestmenningar er tónleikaáhugaður og sikkurt eisini -kønur.
Vit tosa um málingahandlar og samanhald millum málarameistarar. Tað er nevniliga so, at flestu málararmeistarar í høvuðsstaðarøkinum hittast so at siga hvønn morgun, tað liggur fyri, til ein kaffimunn bæði hjá SRI-Máling og hjá Fróða.
-Eg segði til stuttleikar við Fróða tá í 2000, tá vit gjørdu Sparikassan yviri við Strond, at eg skuldi keypa alla málingina til Sparikassa-bygningin frá honum, um hann keypti eitt fransbreyð og setti kaffi út á hvønn morgun, fortelur Uni.
Og so var sett hol á eina seansu, sum livir enn. Málarameistarar hittast til kaffi hjá Fróða um hálvgum tíggjutíðina, og seinnu árini hava teir eisini fingið ein kaffimunn um átta tíðina hjá SRI.
-Tað gevur eitt gott samanhald, og eisini eitt fínt fakligt forum at tosa saman, fortelur Uni.
GÓÐSKA
Men tað verður ikki bara drukkið kaffi. Tað skal eisini arbeiðast. Tað er bara tað, at onkur skal í málingahandlarnar hvønn dag, og fleiri ferðir um dagin, og hendan leiklut hevur Uni givið sær sjálvum.
-Tað er í veruleikanum lættari nú vit eru eini 17-18 fólk, tí nú er brúk fyri ,at ein heintar og leverar tilfar allan dagin, og tað vil eg heldur gera sjálvur, so arbeiðsfólkið úti hjá kundunum kann arbeiða ótarnað, fortelur Uni og leggur afturat, at hann fyrr – tá virkið hevði eini 10 fólk, onkutíð tók eina hond við í vanliga málara-arbeiðinum, men tað hendir ikki so nógv longur.
-Um summarið, tá vit hava mest at gera, verið eg noyddur at taka eina eyka hond við, til dømis tá vit skulu seta stilladsir upp og annað, men ta mesta av tíðini fer við at koyra runt millum arbeiðini og málingahandlarnar og annars vera úti um meg við at geva tilboð, greiðir Uni frá.
Eftir at hava sæð bæði móttøkuna hjá grannskoðarunum SPEKT og nýggju kantinuna hjá heilsøluni Poul Hansen, sum Una’sa fólk hava gjært, verður leiðin sett niðan á Hotel Føroyar. Har er umleið helvtin av fólkunum hjá Una í gongd í løtuni við at gera ein heilan vong av kømurum lidnan til háárstíðina.
-Arbeiðið á Hotel Føroyum, sum vit hava verið partur av, síðani nýggi stjórin fór í gongd við stóru umbyggingina, er eitt spennandi job. Har verður hugsað um hvørja detalju, og tá krøvini eru so høg og úrslitini so góð, so smittar tað eisini av upp á arbeiðsgleðini, sigur Uni og fær eitt fjart smílandi brá yvir seg.
-Hann dugur ótrúliga væl, leggur málarameistarin afturat, nærum innantanna.
Eg ivist eina løtu í, um hann meinar við stjóran á Hotel Føroyum ella seg sjálvan, men tað kann í veruleikanum gera tað sama, tí báðir eru teir sera dugnaligir.
STIKKPILLARAR
Eftir at hava heilsað upp á nakrar av íslendingunum, sum arbeiða fyri Una uppi á hotellinum við Oyggjarvegin, gongur leiðin út á Argir. Íslendingarnir á hotellinum vóru skemtiligir, og sóu út til at trívast. Teir prátaðu hálv-føroyskt longu, sjálvt um teir bara hava verið her nakrar mánaðir, og sjálvt um tú kendi á teimum, at teir hava stóra virðing fyri stjóranum, so komu eisini onkrir stikkpillarar, so sum tað er vanligt í bæði hesum og øðrum handaligum umhvørvum. Og Uni stakk afturímóti.
Á veg inn í fyrsta raðhúsið Undir Kongavarða, hitta vit enn ein íslending.
-Hasin fer aftur til Íslands nú. Hann hevur fingið arbeiði, fortelur Uni og smílist um alt andlitið.
Málarameistarin hevur einki ímóti at missa hendan góða mann, tí hann er í Føroyum einsamallur, meðan kona og børn eru í Íslandi. Hann hevur trivist væl í Føroyum, men longst illa, so tað eru tí gleðiboð fyri bæði íslendingin og Una, at hann nú skal til Íslands aftur at arbeiða.
Inni í húsinum í “Valby”, sum eg havi hoyrt onkran rópa byggingina undir Kongavarða, er ótrúliga gott útsýnið. Eg havi glett meg allan seinnapartin til at sleppa at vitja her, og nú vit standa og hyggja út yvir Argir og Havnina, eri eg ikki skuffaður. Tað er klárt í veðrinum, og tað minnir mest av øllum um ein av hesum túrinum við Atlantsflog, tá flogskiparin ger av at fara ein lítlan “sight-seeing-túr” inn yvir Havnina, áðrenn lent verður í Vágum. Fantastiskt.
MÁLINGALÍV
Jesar, sum hevur arbeitt í 23 ár hjá Una, og Pauli, sum er arbeiðsformaður, eru í raðhúsinum undir Kongavarða, og teir lata væl at Una, tá eg spyrji hvussu hann er at arbeiða hjá. Sjálvt um mann kanska eigur at siga okkurt gott um arbeiðsgevara sín, tá hann hoyrir hvørt orð, so tykjast teir at vera erligir, tá teir rósa honum. Tú sært tað í eygunum á teimum, at teir bæði hava virðing fyri Una, samstundis sum teimum dáma at verða í hansara selskapi.
Uni er spentur upp á byggiætlanina undir Kongavarða, og tað er eisini ein góður kjansur, sum hann hevur vunnið sær her. Hann var eina hálva millión krónur lægri enn næstlægsti, tá tilboðini vóru komin inn, men tað skal nokk ganga.
-Eg haldi ikki at mítt tilboð var for lágt, og gongur alt nøkulunda, sum tað skal, so fari eg at fáa eitt oyra burturúr her eisini, sigur hann.
Á veg oman í býin aftur, spyrji eg Una, um hann hevur hugsað um framtíðini, sjálvt um hann bara er hálva øld gamal. Hann svarar beinanvegin “ja”, men drálar so eitt sindur. Kanska er hann ikki komin til sættis við sær sjálvum um hesa tíð, tó at hann hevur hugsað. Og tað er akkurát tað, sum tað er.
-Eg havi hugsað nógv um framtíðina, men eg endi altíð við at koma til ta niðurstøðu, at eg vil halda áfram sum nú. Máling er mítt lív, og eg elski hetta lívið. Um eg missi málingalívið, so missi eg mín samleika, haldi eg, sigur hann og verður aftur eitt lítið sindur fjarur.
-Kanska endar tað við, at Hanus (sonurin, blaðm.) tekur yvir, og so kann eg bara arbeiða hjá honum, leggur hann síðani afturat.
--
STUTT UM UNA
Uni Zachariasen er føddur í 1959. Hann fór sum 16 ára gamal í læru til málara hjá pápa sínum Hanus Málaranum. Yvirtók longu sum 22 ára gamal virkið hjá pápanum, meðan pápin kom at arbeiða hjá Una. Búi í Vestmanna til 1994, tá hann flutti til Havnar. Tá arbeiddu teir fýra mans í felagnum. Skjótt eftir vóru tey sjey, og nakað eftir tað 10-11 fólk. Tað hevur verið støddin á virkinum seinnu árini, men í seinastuni hevur verið brúk fyri fleiri fólki, og Uni hevur tí sett seks íslendingar og ein rumena í starv, so tey samlað eru 18. “Tað er ikki fyri at spara nakað, ella taka arbeiði frá føroyingum, men tað vóru eingir føroyskir málarar tøkir, tá eg hevði brúk fyri teimum, og útlendingarnir fáa somu løn sum føroyingarnir”, sigur hann. Tá Uni ikki fæst við máling, dámar honum væl at fylgja við bæði hondbólti og fótbólti. Hondbóltsfelagið er sjálvsagt VÍF, tá mann nú er vestmenningur, meðan fótbóltsfelagið er B36, tí har er sonurin Hanus Thorleivsson ein av teimum góðu. Giftur við Salomu, sum eisini er skrivstovufólk í virkinum “Uni Zachariasen málarameistari”. Slogan: “Tid er penge”.