Løgreglan veit nú hvør tað er, sum stóð aftanfyri innbrotini hjá tveimum gullsmiðjum í Havn fyrr í hesum mánaðinum.
Fyrst varð brotið inn í handilin hjá Niels L. Arge á Áarvegnum, har smúkkur fyri einar 4.000 krónur vórðu tiknar.
Tað, sum sermerkti hetta innbrotið var tann harðliga framferðin, at skotið varð við høglbyrsu inn ígjøgnum vindeygað.
Nakrar heilt fáar dagar seinni varð brotið inn í Gullhornið í Gongini og har vórðu smúkkur fyri yvir 100.000 krónur stolnar.
Men Tollaksmessudag tók løgreglan tveir mans og skuldsetti teir fyri bæði innbrotini.
Teir báðir hava játtað seg sekar í báðum førum og eru tískil leyslætnir aftur
Løgreglan sigur, at hesa næstu tíðina skal kriminaldeildin brúka at kanna málið út í æsir.
Løgreglan sigur eisini, at í hvussu so er ein partur av smúkkunum eru komnar aftur í aftur.
|









