Tiknir fyri kynsligan ágang

Løgreglan hevur fyrr í kvøld verið í Gøtu í samband við eina fráboðan um siðamisbrot.

 

Løgreglan er sparin við upplýsingum fyri ikki at órógva  kanningarnar.

 

Men talan er um eina unga kvinnu, sum hevur verið fyri kynsligan ágangi og í tí sambandi hevur løgreglan handtikið nakrar mans í tjúgunum, sum tey málbera seg.

 

Hendingin fór fram nú seinnapartin í dag á einum kampingplássi, sum varð brúkt í samband við G!, og og tá ið løgreglan fekk fráboðanina, fóru tey á staðið og handtók menninar.

 

Menninir eru tiknir til avhoyringar og løgreglan kannar nú málið víðari.