Tikin við kenning á aljósum degi

Tað er ikki bara um næturnar, at bilførarar koyra við kenning. Tað mátti løgreglan ásanna, tá ið boð vóru eftir teimum í sambandi við eitt lítið ferðsluóhapp í Havn, har tveir bilar stoyttu saman. Og tá ið løgreglan kannaði umstøðurnar, vístu tað seg, at annar bilførarin hevði kenning, og sostatt er hann nú skuldsettur fyri at koyra ávirkaður. 

 

Upplýst er ikki um hann hevði drukkið sama morgun, ella um tað vóru leivdirnar av eini kenning kvøldið fyri, sum enn vóru í blóðinum. Tað eru nevniliga summi sum gloyma, at eftir eina rimmar veitslu, har nógv er farið innanborða, er rúsdrekka í blóðinum í nógvar tímar eftir at seinasti snapsurin er drukkin. 

 

Og har hjálpir hvørki sterkt kaffi, kalt brúsubað ella frísk luft, tí avrúsingin gongur sína gongd og har eru eingi mótevni. Og tá ið promillumarkið í Føroyum bara er 0,2, skulu tað ganga fleiri tímar, kanska tað tað mesta av einum samdøgurið, áðrenn bilførarar eru koyriførir eftir eina rimmar veitslu.

 

Í nátt steðgaði løgreglan eisini einum bili at vita um alt var eftir forskriftunum, men tá ið løgreglufólkini merktu roykin av hassji í bilinum, vóru fólkini í honum rannsakað. Løgreglan fann ein lítlan klump av hassji, sum hald varð lagt á, og fólkini í bilinum eru tískild skuldsett fyri at bróta lógina um rúsevni.

 

 

Annars mátti løgreglan tvær ferðir upp í at sissa fólk, sum vóri ólátað. Í tí eina førinum vildi ein maður ikki akta boðini frá løgregluni um at fara av staðnum, so hann varð handtikin og førdur á politistøðina, har hann fekk bót fyri at bróta politiviðtøkurnar um álátaðan atburð.