Um 11-tíðina fyrrapartin í gjár steðgaði løgreglan einum bilførara í Miðvági.
- Tá vit tosaðu við føraran, fingu vit illgruna um, at viðkomandi hevði kenning.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at illgrunin vísti seg at vera rættur.
- Tí, tá viðkomandi blásti í alkometrið, sló tað út, og síðan varð eisini blóðroynd tikin.
Løgreglan leggur aftrat, at blóðroyndin verður avgerandi fyri, hvussu hørð revsingin verður.