Nú um vikuskiftið hevur løgreglan í Havn tikið ein mann fyri grovan stuldur. Hann var farin inn á eitt hotell í Havnini, og inn á kamarið hjá einum gesti, har hann stjól bæði kuffert og teldu.
Gesturin skuldi av landinum fríggjamorgunin, og hevði longu pakkað hóskvøldið, áðrenn hann fór at fáa sær ein bita hóskvøldið, sigur løgreglan.
Løgreglan sigur, at tað er óvist um kamarið var læst, men ímeðan gesturin fær sær at eta, sníkjur ein maður seg inn á kamarið og stjelur kuffertið og telduna.
vakmyndatól eru á staðnum, so tað gekk skjótt hjá løgregluni at fáa frænir av, hvør tjóvurin var, serliga tá ið tey sóu ein mann á myndunum, sum frammanundan hevur eina ørgrynnu av dómum fyri stuldur, hóttanir og annað.
Í gjár varð hann so handtikin og í dag verður hann førdur fyri rættin. Løgreglan sigur, at tá ið hann varð handtikin, hevði hann okkurt av tí, sum varð stolið, hjá sær og tá ið tilhaldsstaðið hjá honum varð rannsakað, vóru bæði kuffert og telda funnin á staðnum.
Løgreglan sigur, at maðurin noktar seg sekan, tí hann sigur at hann fann kuffertið uttanfyri.
Hinvegin sigur løgreglan, at vakmyndirnar vísa nakað annað. Tá ið maðurin verður førdur fyri rættin í dag, er tað tí, at løgreglan vil hava hann varðhaldsfongslaðan.
Orsøkin er ikki bara tann, at talan var um ein lutfalsliga stór virði, sum vórðu stolin, men eisini í, at maðurin hevur eina ørgrynnu av dómum frammanundan, bæði fyri stuldur, hóttanir og annað.









