Tað hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni í nátt. Men beint fyri klokkan trý í nátt varð ein bilur steðgaður, og tá ið løgreglan kannaðu umstøðurnar, fingu tey illgruna um, at rúsevni vóru uppií. Kanningarnar vístu eisini, at førarin hevði útgerð at roykja hassj við og á útgerðini vóru eisini nakað av hassji at finna.
Løgreglan sigur, at bilførarin viðgekk, so hald varð lagt á útgerðina og bilførarin er nú skuldsettur fyri at hava brotið lógina um rúsevni.
Boð vóri eisini eftir løgregluni at fara heim til eitt par, sum var komið til ilnar. Løgreglan sigur, at tað verður viðgjørt sum harðskapur og har eru báðir partar avhoyrdir, og so verður arbeitt víðari við tí.
Í gjár varð boðað frá at tveir ungdómar høvdu verið í einum handli, har teir høvdu stolið klæðir. Løgreglan tók ungdómarnar og tað vísti seg, at teir høvdu stolið klæðir fyri utvið 1000 krónur. Av tí at talan var um ungdóm undir 18 ár, komu bæði foreldur og barnavernd uppí.











