Løgreglan var í gjár úti og gjørdi sokallaðar §13 kanningar uttanfyri Landsbókasavnið í J.C. Svabos gøtu, har bilførarar vórðu steðgaðir og kannað varð, um teirra viðurskiftir vóru í lagi.
Í fimm førum valdi løgreglan at geva bilførarunum bót fyri brot á ferðslulógina.
Ein bilførari fekk bót tí viðkomandi enn koyrdi við píkadekkum. Hóast tað enn kann vera eitt sindur kalt í veðrinum, so var seinasti dagur, har loyvt var at koyra við píkadekkum 30. apríl.
- Tað eru vit ikki bilsin av. Tað kemur meira enn so fyri, at vit steðga bilførarum, ið koyra við píkum langt aftaná seinastu freist, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Harumframt fingu tríggir bilførarar bót fyri at koyra uttan trygdarbelti, meðan ein fekk bót fyri at tosa í fartelefon meðan hann koyrdi.