Tikin fyri at koyra við kenning – tvær ferðir

Og koyrikortið hevði hann longu mist – eisini fyri at koyra við við kenning

 

Seinnapartin í gjár, jóladag, varð ein maður tikin fyri at koyra við kenning á Strondum. Hann varð tikin í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni.

 

Tað sermerkta við hesi hendingini er, at tveir dagar framman undan, tollaksmessudag,varð sami maður eisini tikin fyri at koyra við kenning. Sostatt varð hann tikin fyri rúsdrekkakoyring tvær ferðir upp á tveir dagar.

 

Men tað heilt sermerkta varð, at maðurin hevði einki koyrikort, tí tað hevði hann longu mist framman undan – og tað var eisini fyri at hava koyrt við kenning.

 

Hetta verður sostatt ein dýrur umgangur. Umframt at tað nú gongur enn longri tíð, áðrenn hann fær koyrikoyrtið aftur, fær hann eisini eina bót, sum verður roknað út eftir inntøkuni og promilluni.

 

Og hjá einum bilførara við góðari inntøku, kann talan skjótt verða um nógvar túsund krónur í bót. Og at enda skal hann fyrireika seg upp á at verða dømdur at sita. Eitt, sum hevur týdning fyri revsingina, er, hvussu høg promillan er.