Tikin fyri at koyra við kenning á Sandoynni

Ein persónur bleiv í gjárkvøldið tikin fyri at koyra við kenning á Sandoynni. Tá løgreglan fekk viðkomandi at blása í ballónina vísti hon, at promillan var nakað omanfyri mest loyvda mark. Viðkomandi verður tí skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

 

Í Havn var eitt lítið ferðsluóhapp í gjárkvøldið, tá eitt prutl rendi upp í afturpartin á einum bili. Vakthavandi sigur, at eingin persónskaði var, og at lítil skaði kom á bilin og prutlið.