Tikin fyri at hótta - løgreglan kannar nú málið

Løgreglan kannar nú málið

Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna at melda eitt mál um hóttan. Tað var á einum privatum bústaði, at tveir mans vóru komnir til ilnar, og tað kom í hæddina, tá ið annar maðuri kom við hóttanum ímóti hinum manninum. Tann, sum varð hóttur, metti, at hóttanin var so álvarslig, at hann meldaði.

Løgreglan sigur, at tað málið verður nú kannað og tá ið tær eru lidnar, verður støða tikin til, hvat skal henda.

Tað var ikki einastu ferð í gjár, at boð vóru eftir løgregluni at koma heim til hús, tí fólk vóru komnir til ilnar. Í gjár varð løgreglan nevniliga eisini boðsend heim til fólk, har eini hjún vóru komin til ilnar. Løgreglan sigur, at ábendingar eru um, at harðskapur hevur verið uppi í. Eisini tað málið verður kannað, men ábendingar eru um tat annar parturin verður skuldsettur fyri harðskap.