Tikin fýra ferðir við ongum koyrikorti

Tað fer at ganga rúm tíð, áðrenn ein ungur drongur kann droyma um at fáa koyrikortið aftur

Tey næstu nógvu árini verður tað nokk frægari hjá einum ungum manni at seta pening av til góðar gangiskógvar, heldur enn til koyrikort.

Hann skal nevniliga ikki vænta sær at fáa koyrikortið aftur tey fyrstu árini.

Tað er nakað síðani, at hann misti koyrikortið.

Men síðani er hann tikin heilar fýra ferðir fyri at koyra bil við ongum koyrikorti.

Einar tvær ferðir hevði hann harafturat drukkið so mikið nógv, at hann eisini er ákærdur fyri rúsdrekkakoyring í hesum báðu førunum.

Tvær ferðir endaði biltúrarnir eisini við ferðsluóhappum við stórum materiellum skaðum, men ongum fólkaskaða.

Tað einu ferðini høvdu hann og nakrir vinmenn stolið ein bil við Norðurlandahúsið í Havn og koyrt heilt vestur í Vágar.

Lyklarnir stóðu í bilinum, men tá ið teir skuldu fara avstað við honum, rendu teir á. Teir krógvaðu seg so eina løtu, men tá ið teir vóru vísir í, at ongin hevði meldað óhappið og at løgreglan tískil ikki kom, fóru teir avstað við bilinum.

Teir koyrdu heilt vestur í Vágar, men har krassjaðu teir bilin einaferð afturat.

Eina aðru ferð, teir høvdu ballast, hevði hann eisini sett seg við rattið. Tann túrurin endaði við, at hann rendi á tvey skelti og á oynna mitt á Marknagilsvegnum. Har varð bilurin standandi fastur, men teir rýmdu av staðnum, uttan at siga frá.

Maðurin skyldaði upp á, at bilurin hevði verið punkteraður og at eykahjólið bara var eitt av hesum lítlu, óbrúkiligu neyðhjólunum, sum ikki lá so væl á vegnum. Tí hevði hann forroknað seg so at hann misti tamarhaldið á bilinum og rendi á.

Triðju ferð, hann varð tikin, høvdu teir verið ballingartúr á bygd og tann, sum upprunaliga koyrdi bilin varð blivin fullur og vildi ikki koyra meir. Tí tók hesum yvir, hóast hann eisini var fullur.

Síðani varð hann tikin einaferð afturat við ongum koyrikortið.

Málið skal nú til viðgerar í Føroya Rætti og har kann hann vænta, at fleiri ár fara at ganga, til hann kann hugsa um at fáa koyrikortið aftur.

Maðurin játtaði seg sekan í øllum.