Útihýst úr OL: Taptu dystin við vilja

Badmintonleikararnir í tvímansleiki hjá kvinnum, sum týsdagin tilætlað taptu sínar dystir í OL, eru nú útihýstir úr kappingini. Talan er um kinesisku heimsmeistararnar, Wang Xiaoli og Yu Yang, indonesisku Greysia Poli og Meiliana Jauhari, suðurkoreansku Jung Kyung-eun og Kim Ha-na og somuleiðis suðurkoreansku Ha Jung-eun og Kim Min Jung.

 

Leikararnir hava fingið durafjórðingin fyri at tilætlað tapa dystir fyri at hitta ynsktu mótstøðuleikarunum í næsta umfari og harvið økja um møguleikarnar fyri heiðursmerkjum. Kinesarar hava áður verið undir illgruna fyri at áleggja leikarum sínum at tapa dystir. Hetta er tó fyrstu ferð í søguni, at ítróttarmyndugleikarnir í badminton útihýsa leikarum av hesi orsøk.

 

Tað er framvegis ógreitt hvørjar avleiðingar hetta fær fyri OL-kappingina í tvímansleiki hjá kvinnum, sum nú er vorðin heili fýra pør fátækari.