Tey, sum hava hug at fara til útigudstænastuna skulu møta í Haraldssundi. Kunoyar Kommuna bjóðar morgunmat í bygdarhúsinum í Haraldssundi klokkan 9.
Tey, sum fara til Skarðs, fáa øll ein matpakka við. Farið verður til gongu úr Haraldssundi klokkan 10.
Marjun Lómaklett, prestur, hevur gudstænastuna á Skarði áleið klokkan 13. Tað verður sum ein vanlig gudstænasta, men henda verður kanska nakað styttri, sigur prestur.
Brandur Klettskarð í Kongsstovu verður ferðaleiðari.
Heitt verður á gongufólki at vera í heitum klæðum og at vera væl skødd.











