Tíðindafundur: Tungt at renna aftaná Tomás Soucek

Manslandsliðið: Jákup B. Andreasen sigur, at spælararnir eru sálarliga væl fyri, hóast tað var tungt at spæla móti Kekkia

Føroyska manslandsliðið hevur í dag havt tíðindafund á Tórsvølli undan EM-undankappingardystinum móti Albania, sum verður týskvøldið klokkan 19.45. Spælarin á tíðindafundinum var Jákup B. Andreasen úr KÍ.

 

- Vit hava nú eftirmett dystin móti Kekkia. Tað eru ting, sum vit als ikki eru nøgdir við. Tað størsta er nokk, at vit ikki megna at skapa nakrar málmøguleikar. Vit síggja tó eisini, at vit á nøkrum økjum klára okkum betri enn seinasta dyst móti Kekkia, sigur Jákup B. Andreasen og leggur afturat:

 

- Nú skulu vit taka tað góða við okkum. Vit eru sálarliga til reiðar at spæla móti Albania, hóast vit hava tapt seinasta dyst. Vit eru til reiðar at koma víðari.

 

Miðvallarin hjá KÍ spældi yvirfyri navnframa Tomás Soucek, sum til dagligt spælir við West Ham í Premier League. Wst Ham vann eisini UEFA Conference League fyri kortum.

 

- Tað var tungt at renna aftaná honum. Vit høvdu nakrar nærdystir, men eg hoyrdi hann ongantíð gremja seg um nakað. Heldur ikki tá eg royndi at seta meg í gjøgnum. West Ham spælir eisini upp á hann, so tað sigur eitt sindur, men Tomás Soucek var eisini góður á bóltinum, sigur Jákup B. Andreasen um at møta Premier League mótstøðu.

 

Føroyar spæla móti Albania í annaðkvøld klokkan 19.45.