Føroyska landsliðið hevur havt sín tíðindafund í Istanbul. Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, og liðskiparin, Hallur Hansson, vóru eitt korter ov seinir til tíðindafundin, tí ferðslan í Istanbul er nógv.
Håkan Ericson: Vit eru komin til Turkaland at fyrireika okkum til hitan. Umstøðurnar hava verið framúr. Vit síggja Turkaland sum eitt stórt fótbóltsland og gleða okkum at møta einum liði, ið skal til HM-endaspælið.
Hallur Hansson: Sama her. Eg eri stórur fjeppari av hesum landinum. Umstøðurnar hava verið framúr og landið er vakurt. Nú fara vit at hugsa um dystin og vit síggja fram til at spæla móti Turkalandi. Vit hava fyrireikað okkum væl.
Håkan Eriscon verður spurdur um Turkaland: Turkaland er eitt tekniskt lið, sum dámar væl at hava bóltin. Teir eru serliga sterkir í seinasta triðinginum við skjótum innleggum. Vit leita eftir veikleikum, men tað er ikki lætt. Vit fara at gera okkara besta alíkavæl.
Hallur Hansson: um Turkaland: Vit hava sjálvandi sæð dystir í sjónvarpinum, og vit hava serliga lagt merki til, at tað eru ágrýtnir áskoðarar. Deildin her í Turkalandi er góð, men tíverri hevur tað ikki eydnast mær at spæla fótbólt her.
Tíðindafundurin er liðugur og spælararnir fara nú á vøllin at venja.