Tíðin nærkast til ræning í bjørgum

Um eina viku ella so fara fólk í Sandoynni at ræna havhestaegg.

Higartil hava sandoyingar og ivaleyst aðrir við uppihildið aldargamla siðinum at ræna havhestaegg í bjørgunum. So seint, sum í mai mánaði í fjør, vóru fólk og rændu, og sum skilst verður aftur farið at ræna í ár.

 

Sigast kann ikki, at tað bara eru menn sum ræna, tí tá sandoyingar vóru og rændu havhestaegg í seinnu helvt av mai mánaði í fjør, var eisini onkur genta við, og gentan á myndini ræddist hvørki hæddir, ei heldur havhest.

 

Úr Sandoynni siga menn, at ætlanin er at fara at ræna havhestaegg aftur í ár, og miðjað verður eftir at fara í bjørgini í fyrru helvt av næstu viku. Sagt verður, at havhesturin seinnu árini er minkaður í tali, men framvegis er væl at fáa.

 

Kókað havhestaegg er rættiliga góður viðskeri hjá teimum, sum dáma tað. Tað er serliga hvítin, sum er á muni á havhestaeggi og einum høsnar-ella dunnueggi. Hvítin er meiri fastur, og konsistensurin er ein annar enn í øðrum kendum eggum.

 

Hóast havhesturin eins og annar sjófuglur hevur verið í minking, er nógvur havhestur til og teir, sum kenna til ræning av eggum, siga, at tá tú ert nóg tíðliga eftir eggunum, verpur havhesturin uppaftur.