tidarrit.fo virkar aftur

Síðan í summar hevur nógv órógv verið á heimasíðuni tidarrit.fo.

Síðan í summar hevur nógv órógv verið á heimasíðuni tidarrit.fo.

 


Tidarrit.fo er skipanin ið hýsir tí føroyska blaðsavninum, har atgeingi er til fleiri túsund talgildar blaðsíður av prentaða mentanararvinum, ið er varðveittur í bløðum og tíðarritum.

 




Talgilda bókasavnið, sum er tann parturin av bókasavninum, ið er tøkur á talgildum miðlum og á netinum, hevur verið til nú í fleiri ár. Við fleiri enn 3 mió. vitjanum síðan 2015 er tidarrit.fo ein stórur partur av hesum virksemi. Í løtuni eru 42 føroysk tíðarrit talgild í tidarrit.fo.

 




- Vit eru hørm um at skipanin hevur koyrt so seint seinastu vikurnar. Støðan var tann, at danska fyritøkan, Infomedia, ið hýsir sjálva skipanina, hevur verið ávirkað av bygnaðarbroytingum. Á Infomedia hava tey vissað okkum um, at tað nú hevur eydnast KT-frøðingum at loysa trupulleikan, og at skipanin er komin í rættlag, verður sagt av Landsbókasavninum.



leinki til tíðindaskriv