Longu sunnukvøldið frættust tíðindini, at landsliðsáleyparin Jóan Símun Edmundsson skuldi skifta búnan hjá AB út við tann hjá HB.
Stutt eftir klokkan 14:00 í dag vóru tíðindini eisini váttaði úr HB leguni. Felagið boðaði frá at landsliðsáleyparin Jóan Símun Edmundsson hevur gjørt sáttmála, fyri tað sum eftir er av hesum kappingarárinum. HB formaðurin, Finnbogi Arge, viðgekk í samrøðu við Kringvarpið fyrr í dag, at sáttmálin kom sum eitt aftursvar til tann nógva styrkin, sum grannarnir úr B36 hava fingið.
Sjálvur sigur Jóan Símun Edmundsson at tað einans eru ítróttarligar orsøkir til at hann skiftir til HB.
- Eg skifti av ítróttarligum orsøkum. Tað hevur stóran týdning fyri meg at fáa avbjóðingar í Evropa við HB í summar, umframt at HB stríðist um Føroyameistaraheitið.
Spurdur um hvør orsøkin er til at Jóan Símun einans hevur skrivað hálvt ára sáttmála við HB og ikki longur, svarar Jóan Símun
- Eg útihýsi ikki møguleikanum at fara at fara uttanlands, tá Effo-deildin endar. Men nú gleði eg meg fyrst og fremst at spæla fyri HB og eg vóni at tað kemur at ganga væl.
Jóan Símun Edmundsson náddi at leika 9 dystir fyri AB í Effo-deildini í ár. Jóan Símun fekk 2 mál í teimum 9 dystunum.