Tá Holland í gjárkvøldið tapti brotssparkskappingina móti Argentina, var Ron Vlaar fyrsti skjútti á hollendska liðnum. Hollendski miðverjin, ið var millum bestu leikararnar í dystinum, misnýtti fyrsta brotssparki hjá Hollandi. Tað kundi tykjast løgið fyri summi, at Ron Vlaar var fyrsti skjútti, tí hann er vanliga ikki ein, ið man setur í samband við at skjóta brotsspørk.
Hollendski venjarin, Louis Van Gaal kom eftir dystin við eini frágreiðing, um hví Ron Vlaar skeyt fyrsta brotssparkið.
- - Eg spurdi tveir av okkara leikarum, men teir noktaðu at skjóta. Tí bað eg Ron Vlaar, men tíverri fyri okkum, so misnýtti hann.
Holland skal leygarkvøldið klokkan 20:00 spæla bronsudyst móti vertunum úr Brasil.