Løgtingsvalið í heyst verður eitt lagnuval fyri føroyingar.
Tað ivast Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, ikki í.
Hann ivast nevniliga ikki í, at løgtingsvalið verður ein spurningur um vit skulu loyva samkyndum hjúnalagi og fríari fosturtøku í Føroyum, ella ikki.
Longu áðrenn fólkatingsvalið var farið afturum, løgdu tey í Miðflokkinum lunnarnar undir valstríðið hjá flokkinum upp undir løgtingsvalið, sum verður seinni í ár og tað arbeiða tey víðari við í flokkinum.
Og tey dylja ikki fyri, at tað kjarnumálini hjá flokkinum, fara at fáa alstóran týdning í valstríðnum.
Og her verður hugsað um tey etisku málini og í tí sambandi staðfestir Jenis av Rana, at Miðflokkurin fer at gera nettupp tey etisku málini til ein hornastein í valstríðnum.
Tí fer flokkurin undir valstríðið við tí endamáli at verja virðini, sum tey kalla tað.
Jenis Av Rana sigur, at tað eru summir politikarar, sum streingja á at fáa hjúnabandslógina broytta, so at samkynt hjúnalag verður loyvt í Føroyum, og tað eru eisini politikarar, sum streingja á at fáa fosturtøkulógina broytta, so at tað vit fáa fríari fosturtøku, ella kanska enntá heilt frí fosturtøku í Føroyum.
- Tí verður hetta eitt lagnuval, og tað, sum ræðir meg mest, er, at flokkarnir, sum vilja broyta hjúnabandslógina, og fosturtøkulógina, fáa nóg nógv tingfólk til at tey kunnu skipa samgongu, uttan um Miðflokkin, sigur Jenis av Rana.
Hann sigur, at Miðflokkurin verður trygdin fyri, at samfelagið ikki fer longur burtur frá kristnu virðunum, sum hann málber seg.
Hann sigur, at í CHE samgonguni varð avtalað, at etisk mál skuldu parkerast og í hesari samgonguni var eisini semja um, at etisk mál verða ikki rørd.
- Í hesari samgonguni var full semja um tað, so tað var ongantíð neyðugt hjá okkum at seta tað kravið fram, sigur Jenis av Rana.
Hinvegin hava politikarar úr fleiri øðrum flokkum, bæði stórum og smáum, staðfest, at hetta er seinasta samgongan, har einstakir flokkar, ella einstakir politikarar, fáa vetorætt í etiskum málum.
Í etiskum málum hava flokkarnir vanliga loyvt hvørjum tinglimum sær at atkvøða eftir síni egnu sannføring. Men í seinastu samgongunum hava politikarar fingið vetorætt á hesum øki. Men tað skal aldrin henda aftur, hava politikarar boðað frá.
Jenis av Rana er ikki rættiliga við upp á hatta við vetorætti. Hann sigur, at hetta er ikki øðrvísi enn við kjarnumálunum hjá øðrum flokkum.
- Øll vita, at vit fáa ikki loysing við Sambandsflokkinum í samgongu, og øll vita, at vit fáa ikki styrkt ríkisfelagsskapin við Tjóðveldi í samgongu.
- Og øll vita, at vit samkynd hjúnalag og frí fosturtøka, og onnur etisk mál, verða ikki samtykt við Miðflokkinum í samgongu, sigur Jenis av Rana.
Hann sigur, at eitt mál, Miðflokkurin fer at taka upp í hesum sambandi, er framferðin hjá LGBT.
Her in.fo førdi hann fram nú ein dagin, at LGBT eigur ikki at sleppa at ganga skrúðgongu í miðbýnum á ólavsøku, og hann dregur samanberingar ímillum LGBT og Sea Shepherd.
Les eisini: Samkynd skrúðgonga á ólavsøku skal bannast
- Vit føla, at Sea Shepherd ger seg inn á føroyska samfelagið, og á føroysk virði og tí seta vit reglur í gildi, sum avmarka teirra virksemi.
LGBT ger seg eisini inn á føroyska samfelagið og á føroysk virði, og vit eiga eisini at avmarka virksemi hjá teimumm heldur formaðurin í Miðflokkinum.
Og hann leggur dent á, at hetta verður eitt mál, Miðflokkurin fer at leggja dent á í sambandi við næsta løgtingsval.