"Men tá ið so brimið mót Eiðinum slær
og klývur við sjónum oynna í tvær.
Tá maður av húsi dró bátin av leið,
tí brimið tað brýtur so høgt upp um Eið".
Soleiðis verður sungið í Kvøðuni til Nólsoynna, og sangurin rennur okkum til hugs, tá vit síggja, hvussu landnyrðingurin leikar í eystanfyri á Nólsoynni.
Tað hevur verið ringt í sjónum seinastu dagarnar - fyrst við illveðri av lágætt, og seinni við illveðri av landnyrðingi.
Á facebook-síðuni - Nólsoy Nú og Tá - liggja hesar myndir í dag, umframt fleiri aðrar frálíkar myndir av brimi, sum skolar upp á Nólsoynna.
Havandi viðheftu myndir í huga, kann av sonnum sigast, at her slær brimið rættiliga at Eiðinum - og við sjónum næstan klývur Nólsoynna í tvær.